Ljósfest: Tjaldið er komið upp at standa

Í dag sást, at tjaldið á festivaløkinum er komið upp at standa. Í morgin koma væntandi stóri pallurin, søkubúðir og annað.

Fyrireikingarnar til Ljósfest 2026 í Vági eru í hæddini.

 

Í dag sást, at tjaldið á festivaløkinum er komið upp at standa.

 

Í morgin koma væntandi stóri pallurin, søkubúðir og annað.

 

Fríggjadag og leygardag er m.a. sølutorg, framsýningar, barnatiltak, heiðran av borgarum í Vági og tónleikur á skránni, og endar hetta við stóru útikonsertini leygarkvøldið.

 

Sunnudag er vanliga felags sunnudagsskúli og møti í tjaldinum.

 

Skráin sæst her: Skráin til Ljósfest 2026 - Vágs Kommuna