Í samband við at tað í dag 2. oktober er altjóða sosialpedagog-dagur, ber Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag fram hesa heilsan:
Góðu politikarar og øll sum varða av stovnum fyri børn og ung.
Í 1989 lovaðu alheims stjórnir, at øll børn skulu hava somu rættindi, við at taka undir við ST-Barnarættindasáttmálanum. Hesi rættindi eru grundað á tørvin hjá barninum fyri at yvirliva, mennast, luttaka og fremja sínar førleikar. Rættindini eru galdandi fyri øll børn, uttan mun til hvørji tey eru og hvaðani tey eru.
Barnarættindasáttmálin er tann størsta staðfestingin av øllum ST- sáttmálum og gevur barninum fullan myndugleika - eisini til at tosa um síni egnu sjónarmið og meiningar og at vera við í øllum avgerðum, ið hava ávirkan á lívið hjá einstaka barninum.
Tað eru nógv børn í heiminum, ið ikki fáa gleði av hesum rættindum. Tey liva í fátækradømi, ótryggum umstøðum ella uppliva ymisk sløg av harðskapi og misbrúki.
Pedagogar, sosialráðgevarar , lærarar og øll onnur, ið arbeiða við børnum, leggja stórt arbeiði í, at tryggja og verja hesi rættindi.