Øll eiga at fáa kanningartilboð

Ulrike Steuerwald, barnalækni er ikki í iva um, at allir føroyingar eiga at fáa tilboðið um at verða kannað fyri lívshættisligu sjúkuna CTD, og at tað er heilt skeivt bara at kanna øll, sum fødd eru eftir 1986. Vaksin doyggja eisini av sjúkuni

CTD

 

Lívshættisliga sjúkan CDT er ongastaðni so útbreidd sum í Føroyum, og í aðrar mátar er eisini nakað serligt við sjúkuni her. Nakrir tilburðir hava nú verið av vaksnum ungum fólkum, sum eru deyð. Tað, sum barnalæknin Ulrike Steuerwald veit um, eru øll sjúk aðrastaðni deyð longu sum børn.

Í samrøðu við Rás 2 í dag segði Ulrike Steuerwald, at tað kann hava nakað við matvanarnar, sum eru við at broytast í Føroyum. Við at leggja um til annan kost enn kjøt og fisk, fáa fólk minni av carnetine í seg. Tey, sum sjúk eru, vantar evnið carnetine í blóðinum, og hetta evnið finst í stórari nøgd bæði í kjøti og fiski. Fýra ferðir so nógv carnetine er í lambakjøti sum í heilivágnum, sigur Ulrike Steuerwald.

 

Ikki so kostnaðarmikið

Hon heldur, at soleiðis sum nú sær út, eiga allir føroyingar at fáa tilboðið um at verða kannað. Hon veit ikki, hvat tilboðið frá Ríkissjúkrahúsinum verður til at kanna øll, men hon og Deildin fyri Almannaheilsu hava tosað um at senda blóðroyndir til kanningar í Týsklandi, og tað hevði ikki kostað alla verðina.

Serliga eiga tey fólk, sum hava onkran við sjúkuni í familjuni, at lata seg kanna. Tey, sum hava verið nógv sjúk sum børn, eiga eisini at verða kannað, og so tey, sum ofta hava óregluligt hjartaslag.

Ulrike Steuerwald er regluliga í Føroyum, og fyri langari tíð síðan fyrireikaði hon at koma til Føroya í næstu viku. Fríggjakvøldið 14. august klokkan 19 fer hon at hava kunnandi fund í Miðlahúsinum í Havn.

Hon upplýsti annars fyri Rás2, at ætlanin er at stovna eitt felag fyri fólk við sjúkuni. Tað heldur Ulrike Steuerwald vera eitt gott hugskot, tí fólk fáa mest burtur úr av ráðgeva hvørt annað, og haraftrat standa tey sterkari saman í felag, um tey hava eitt ynski.