Rannvá G. Fossaberg
Seinastu tíðina hevur verið skipað fyri tiltøkum kring alt landið, har greitt verður frá arbeiðinum við heildarætlanini Sig Frá, ið snýr seg um harðskap í parløgum og nærsambondum. Mariann Reinert, ið dagliga starvast sum politistur og SSP-samskipari, hevur verið partur av hesum tiltøkunum, har hon greiðir frá um børn, ung og harðskap.
- Hóast vit ikki hava hagtøl, so vita vit, at tað eru børn og ung í Føroyum, sum antin verða útsett fyri harðskapi ella sjálvi fremja harðskap. Hetta er nakað, ið vit sum samfelag á ongan hátt eiga at góðtaka, men tað krevur, at allir myndugleikar og borgarar eisini í felag arbeiða fyri at steðga harðskapi, sigur Mariann Reinert.
Sosiali arvurin spøkir
Í sínum dagliga starvi hittir hon javnan bøn og ung, sum onkursvegna uppliva harðskap.
- Tað er umráðandi at hava í huga, at eingin er føddur soleiðis, at viðkomandi vil fremja ella góðtaka harðskap. Tað er altíð ein orsøk, ið liggur aftanfyri atburðin hjá fólkum. Tað eru umstøðurnar, ið gera okkum til teir persónarnar, vit eru, og vit vita jú, at umstøðurnar eru ymiskar, greiðir Mariann Reinert frá og heldur fram:
- Tað er her, vit kunnu tosa um sosialan arv. Tey børnini, ið hava upplivað harðskap, vilja sum vaksin ofta sjálvi brúka harðskap ella finna seg í, at harðskapur verður framdur ímóti teimum. Og tað gera tey av tí orsøk, at tey kenna ikki til aðrar loysnir at koma einum trupulleika til lívs, sigur Mariann Reinert.
Hóast tann sosiali arvurin sum oftast ger seg galdandi, tá ein persónur fremur harðskap, heldur hon ikki, at til ber at tosa um eina ávísa týpu, ið fremur harðskap.
- Tú kanst ikki siga, at ein persónur, ið fremur harðskap, er soleiðis og soleiðis, tí har eru ikki ávís lyndiseyðkenni. Hesi fólkini koma eisini frá ymsum samfelagsløgum.
Gentur sláa dreingir
Tá Mariann Reinert er úti og tosar um harðskap í sambandi við Sig Frá –verkætlanina, verður dentur lagdur á kropsligan og sálarligan harðskap. Bæði finna stað í Føroyum og í líka stóran mun.
- Kropsligur harðskapur í parløgum ella nærsambondum verður so at siga ongantíð framdur, uttan at talan hevur verið um sálarligan harðskap frammanundan. Tað vil siga, at sum oftast byrjar tað við at persónurin finst at viðkomandi persóni, hóttir, eyðmýkir og so framvegis. Eftir eina tíð fer tann sálarligi ágangurin yvir í kropsligan harðskap, sum er til dømis at sláa, spýta, at klippa hárið av viðkomandi og so framvegis. Bæði kropsligur og sálarligur harðskapur eigur ikki at verða góðtikin, sigur Mariann Reinert.
Aloftast hoyra vit um menn, ið sláa kvinnur, men sambært Mariann Reinert, eru tað eisini ungar kvinnur, ið fremja harðskap ímóti sínum unnusta.
- Tá er tað ofta soleiðis, at gentan vil merkja, at hon hevur ræðið á dronginum. Hetta vísir seg til dømis við, at tá drongurin er farin til eitt frítíðarítriv, ringir gentan uttan íhald, sendir sms-boð og vil vita, hvar hann er og hvør er rundan um hann, fortelur Mariann Reinert, ið eisini vísir á, at tað kemur fyri, at ungar kvinnur eru harðligar ímóti monnum.
- Í teimum førum er ikki talan um tilrættalagdan harðskap, tí sum ofta er tað nakað, ið hendir spontant, sum til dømis at tær geva ein lúsing. Men líka mikið hvussu víkur og vendir, so er tað ikki nakað, ið kann ella skal góðtakast.
Aftra seg at melda
Tað er ein trupulleiki, at fólk ofta halda seg aftur við at fráboða harðskapi.
- Fólk velja ofta ikki at melda harðskap til eitt nú politi ella barnavernd, og tað gera tey av fleiri orsøkum. Tey eru bangin fyri, at støðan fer at versna, eru bangin fyri at sambandið við barnið fer og hugsa, at so kunnu tey ikki vera har fyri barnið, greiðir Mariann Reinert frá.
Eisini hava børn, ið uppliva harðskap, torført við at gera vart við, at harðskapur fer fram heima við hús.
- Ofta føla børnini, at tey hava skyld í harðskapinum. Tey eru bangin um, at annað av foreldrunum kann enda í fongsul, og bera eisini ótta fyri, at tey møguliga skulu til fremmand fólk at búgva. Tað eru vanligastu orsøkirnar fyri, at børn ikki siga frá, sigur Mariann Reinert.
Í summum førum halda fólk tað eisini vera flóvisligt at boða frá harðskapi.
- Tað kemur næstan ikki fyri, at ein ungur maður meldar unnustuna fyri at hava sligið seg ella okkurt tílíkt. Teir aftra seg við at gera tað, tí tað er pínligt. Og soleiðis er tað ofta, tá harðskapur er í einum parlagi. Fólk halda tað vera flóvisligt at fortelja øðrum, at tey hava verið fyri harðskapi, sigur Mariann Reinert.
- Hevur tú illgruna um harðskap, so er at gera nakað við stúranina, áðrenn tað verður ein trupulleiki. Í dag er lætt at fráboða harðskapi, tí tað ber eisini til at boða frá og vera anonymur.
Læra at seta mørk
Fyri at sleppa undan harðskapi er umráðandi, at børn og ung læra at seta mørk.
- Tey skulu læra týdningin av at tora at seta mørk, tí so hava onnur fólk lættari við at halda tað marki, sigur Mariann Reinert og vísir á, at tað somuleiðis er týdnignarmikið, at vaksin virða mørk hjá børnum og eru tilvitað um, hvussu barnaárini ávirka okkum seinni í lívinum.
- Summi foreldur halda tað vera í lagi at brúka harðskap í uppalingini og sláa ella fleingja børnini. Tey halda, at tað er nakað privat, og tí eigur eingin at blanda seg, men revsirætturin bleiv avtikin í Føroyum í 2007, og sostatt er ikki loyvt at sláa síni børn, greiðir Mariann Reinert frá.
Hon vísir á, at tað ikki er lætt at síggja, um eitt barn ella ein unglingi upplivir harðskap.
- Tað er ikki altíð, at tey vísa tað, men í summum førum kann persónurin, ið er úti fyri harðskapi, vera syrgin, afturlatin og hava manglandi evni at konsentrera seg. Men tað er umráðandi, at vit øll eru tilvitað um, at tað ikki altíð er eitt blátt merki, ið avdúkar, at ein persónur er fyri harðskapi.