Í gjár var FM í estetiskum fimleiki í fimleikahøllini á Hálsi. Kappingar vóru hjá pinkum, smágentum, gentum og kvinnuunglingum, meðan einans Havnar Fimleikafelag luttók hjá kvinnum.
Hjá pinkunum var spenningur í. Í undanumfarinum fekk Fenja hjá Havnar Fimleikafelag flest stig, 12,70, meðan Viólin hjá Støkk fekk 12,58. Í finaluni gjørdi tó Viólin ein ordiligan vørr og fekk heili 14,23 stig. Fenja fekk 13,58 og tí var tað Viólin hjá Støkk, gjørdist føroyameistari. Fenja hjá Havnar Fimleikafelag bleiv nummar tvey og Vela hjá Ljósinum nummar trý.
Hjá smágentunum gjørdist eingin broyting millum undanumfari og finaluna í gjár. Lyra hjá Ljósinum vann ein sannførandi sigur, Flykran hjá Støkk gjørdist nummar tvey, meðan Bjalla hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar trý.
Hjá gentum gjørdist Eina hjá Havnar Fimleikafelag føroyameistari. Tær vóru stinnastar bæði í undanumfarinum og í finaluumfarinum. Í undanumfarinum bleiv Nora hjá Havnar Fimleikafelag nummar tvey 0,08 stig framman fyri Vípuna úr Støkk. Í finaluni stóð Vípan seg tó eitt vet betri enn Nora og knógvaði seg at enda upp á 2. plássið, 0,02 stig framman fyri Noru.
Tað var ongantíð nakar ivi um, at Hydra hjá Ljósinum var besta liðið hjá kvinnuunglinum. Undankappingina vunnu tær við nærum einum heilum stigi og í finaluni var munurin 1,31 stig. Svalan úr Støkk bleiv nummar tvey og Alda úr HF nummar trý.
Hulda hjá Havnar Fimleikafelag var einasti luttakari hjá kvinnum og gjørdust tí sjálvandi føroyameistarar. Tær fingu eisini, som seg hør og bør, vil onkur kanska siga, hægsta stigatalið í finaluni, 16,32 stig fyri framførsluna.