Miðsavning
?Hetta verður uttan iva ein fyrimunur fyri hvønn einstakan reiðara. Men fyri landið verður tað ein stórur vandi.
Jóanis Nielsen, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin, er hart ímóti ætlanunum hjá partamanninum, Jørgen Niclasen, fiskimálaráðaharra á fiskivinnuøkinum.
Fyrr í vikuni legði Jørgen Niclasen eina frágreiðing fram, har hann stingur út í kortið, hvussu tann førdi fiskivinnupolitikkurin skal vera framtyvir.
Eitt nú heldur hann, at tað hevur stóran týdning fyri fiskivinnuna, at reiðarar fáa so fult frælsi sum gjørligt at keypa og selja fiskirættindi. Hetta skal vera galdandi fyri skip og bátar heilt niður í 15 tons.
Onkrar einstakar avmarkingar skulu tó vera, eitt nú skal ongin einstakur reiðari kunna eiga meiri enn ein ávísan prosentpart av fiskirættindunum.
Partamaðurin ósamdur
Men tað er longu nú greitt, at fiskimálaráðharrin hevur ikki fulla undirtøku fyri ætlanum sínum.
Heldur ikki í fólkaflokkinum er semja um hesa kósina í fiskivinnupolitikkinum.
Ein, sum er avgjørdur ímóti ætlanunum hjá Jørgen Niclasen, er sjálvur varamaður hansara á tingi, Jóanis Nielsen, løgtingsmaður úr Sandavági.
?Fær Jørgen Niclasen viðhald fyri sínum ætlanum, verður endin tann, at øll fiskiloyvini í Føroyum enda í Havn og á Skálafjørðinum, sigur Jóanis Nielsen.
Hann heldur, at tað einasta rætta hevði verið at býtt fiskiloyvini út á øki, so at hvørt øki í landinum skal hava rætt til eitt ávíst tal av fiskiloyvum.
Hann heldur, at skulu vit tosa um økismenning, hevur tað alstóran týdning, at útjaðarin varðveitir arbeiðsplássini í fiskivinnuni, tí tað vísir seg at vera í hvussu so er at vera ómetaliga trupult at flyta onnur arbeiðspláss út um landið.
? Tað ræður um at varðveita arbeiðsplássini í fiskivinnuni úti um landið - og so at fáa nøkur afturat flutt úr miðstaðarøkinum, út á bygd.
?Men skulu reiðarar hava fríar ræsur at keypa og selja fiskirættindi, fer tað í longdini at drena útjaðaran fyri fiskiloyvir so at øll fiskivinnan at enda verður miðsavnað í Havn og á Skálafjørðinum.
Jóanis Nielsen sigur, at orsøkin til tað er, at tað mesta ev pengunum er miðsavnað í Havn og rundanum Skálafjørðin.
? Tað er í hesum økjum, at fólk hava nógv tær hægstu inntøkurnar. Tað vísa hagtølini svart upp á hvítt. Og av tí sama fara fólk í útjaðaranum ikki at formáa sær nógv ímóti fólkinum í miðstaðarøkinum í kappingini um at keypa fiskirættindi.
Gongdin eyðsæð
Fólkafloksmaðurin í Vágum heldur somuleiðis, at tann sannroynd, at uppboðssølan er á Toftum, fer eisini at stuðla uppundir tað gongd, at verður tað givið leyst at keypa og selja fiskirættindi, fer tað at loysa seg best at miðsavna fiskivinnuna rundanum uppboðssøluna, heldur enn at føra fisk út um landið at verða arbeiddan.
?Men eg dugi væl at síggja, at fríar ræsur at keypa og selja kvotur kann vera ein stórur fyrimunur hjá tí einstaka reiðaranum.
? Hinvegin dugi eg eisini at síggja, at fyri samfelagið sum heild, verður tað ein stórur vansi.
Hann sigur, at hesi seinastu árini hevur gongdin verið tann, at fiskiloyvi eru flutt frá útjaðaranum, inn ímóti miðstaðarøkinum.
So vítt hann minnist, vóru eini sjey fiskiloyvi í Sandavági og Miðvági 15 árum síðani, at fáum árum síðani.
Nú eru bara tvey eftir. Og tað er hendan gongdin, sum má vendast, heldur sandvágsmaðurin.
Ikki umaftur
Fyri nøkrum árum síðani varð ein líkandi roynd gjørd at varðveita fiskivinnuna úti um landið.
Tað var tá ið ætlanin var at gera eitt ráfiskabýti, har hvørt øki í landinum skuldi fáa rætt til eitt ávíst tonsatal av tí fiski, sum varð fiskaður. Men tað datt skjótt niðurfyri aftur.
Jóanis Nielsen heldur ikki, at hetta, at býta fiskirættindi sundur ímillum øknii, kann samanberast við ráfiskabýtið.
? Tað í lagi at kapping er um fiskin á landi, tí tað kann ongin ivi vera um, hvønn týdning uppboðssølan hevur havt fyri fiskaprísirnar.
? Hinvegin eigur hvørt øki at hava rætt til eitt ávíst tal av fiskilrættindum. Er tað so okkurt øki, sum ikki fær brúkt sína ?kvotu? av fiskirættindum, er tað sjálvsagt væl hugsandi, at vinnulívsmenn úr øðrum økjum seta seg niður í tí økinum og leggja sítt virksemi har.
Jóanis Nielsen sigur, at hann fer at gera alla sína ávirkan galdandi fyri at ætlanin hjá Jørgen Niclasen ikki verður sett í verk.
? Tað skal fyrst og fremst gerast innanhýsis í fólkaflokkinum. Hvat úrslitið verður, veit eg ikki, men eg havi varhugan av, at eg eri ikki einsamallur í flokkinum um mína støðu, sigur løgtingsmaðurin úr Vágum.
?Eg eri heldur ikki meiri enn varamaður hjá Jørgen Niclasen, so tað kann vera so skjótt, at eg eri farin úr Løgtinginum aftur, leggur hann afturat.