- Flestu økir við sjóvarmálan eru ætlað til neystabygging, og neyðugt er nú at javnseta allar byggisamtyktir fram við sjónum í høvuðsstaðnum, so tað altíð er møguligt, um fólk hava hug til tess, at gera sær eina íbúð á neystaloftinum. Hesin møguleiki eigur at verða um alla kommununa - og ikki bert í ávísum økjum í kommununi
Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur og formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðan broytti býráðið byggisamtyktina fram við sjóvarmálanum í Nólsoy til at fevna um bæði neystabygging og íbúðarbygging á somu grund – altso neyst við íbúð á neystaloftinum.
- Men, allar aðrar byggisamtyktir, sum fevna um økir fram við sjóvarmálanum í høvuðsstaðnum, eru bert ætlaðar til neystabygging. Eg haldi, at stundin nú er komin til at javnseta restina av Tórshavnar kommunu við møguleikan, sum nólsoyingar fingu fyri nøkrum árum síðan.
Bogi Andreasen sigur, at í Kollafirði eru ynski um møguleikan at kombinera íbúðar-og neystabygging, og hesum tekur hann undir við, sum eitt fyrsta stig á vegnum til at javnseta allar byggisamtyktir fram við sjóvarmálanum í høvuðsstaðnum.
Tá býráðsarbeiðið verður tikið upp aftur í næstum, fer vinnunevndarformaðurin at leggja uppskot fyri byggi- og býarskipanarnevndina um miðvíst at fara undir arbeiðið at broyta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum kring alla Tórshavnar kommunu.
- Endamálið við broytingini av byggisamtyktunum er at geva fólki, sum eiga neyst fram við sjóvarmálanum í Tórshavnar kommunu, ein sjálvsagdan møguleika at byggja sær íbúð á neystaloftinum, sigur Bogi Andreasen.
##med2##