Tað gongur rættuliga trupult við at fáa sangarar og tónleikarar at geva loyvi til at brúka teirra tónleik á ljóðsporinum til ógvusliga amerikanska filmin American Psycho. Filmurin sigur søguna um Patrick Bateman, sum er ungur og ríkur yuppie, sum í frítíðini meinslar og drepur fólk frá hond. Filmurin er bygdur á skaldsøguna við sama navni hjá amerikanska rithøvundanum Brett Easton Ellis. Bókin er ein satirsk og ræðandi lýsing av amerika í áttatiárunum og serliga yuppie mentanini.
Seinasti tónleikarin at nokta fyri at tónleikur hjá honum verður nýttur í filminum er Huey Lewis sum í fyrsta umfari hevði sagt ja til at sangurin hjá honum, Hip To Be Square, var við á ljóðsporinum. Ein talsmaður hjá Huey Lewis sigur at tað er allur tann óneyðugi harðskapurin í filminum, sum hevur fingið Huey Lewis at broyta hugsan. Broytta hugsanin hjá Huey Lewis kemur sera dátt við hjá filmsframleiðarunum, sum longu hava gjørt eina rúgvu av fløgum við filmstónleikinum, og ein partur av hesum fløgum er eisini longu farin út til fløguhandlarnar.
Afturat Huey Lewis so hevur Whitney Houston eisini noktað fyri at nakað lag hjá henni verður at finna á filmsfløguni. Bæði Whitney Houston og Huey Lewis eiga hvør sín kapittul í skaldsøguni hjá Brett Easton Ellis. Umframt hesi bæði, so eru eisini nøvn sum Genesis og U2 at finna í bókini, men einki er hoyrt um at hesir hava gjørt nakað um seg í samband við filmin. Á endaligu filmsfløguni finnast løg hjá millum øðrum, David Bowie, New Order, The Cure, Eric B & Rakim og M/A/R/R/S