Øll árini við Tjaldrinum

Hann hevur verið við Tjaldrinum, síðan skipið sum nýbygningur fór undir vaktarhald og bjarging við Føroyar í 1976. – Mær dámar hetta sera væl, og eg havi ongar ætlanir um at royna nakað annað, sigur John Kjærbo eystan Á

Umborð

 

Fyrsta uppgávan hjá Tjaldrinum var at taka um endan og sleipa nógv umrødda “skrokkin” til lands, tá Norðheim, sum hevði hesa uppgávu, misti nýbygningin mannleysan nakað norðanfyri Hetlandi.

Tjaldrið setti bát út og menn umborð á skrokkin. Alt gekk væl, og skip og manning loystu hesa fyrstu uppgávu til fulnar.

Hann minnist eisini, tá Tjaldrið tók fyrsta skipið fyri ólógliga veiði undir Føroyum. Dagurin var 6. november 1976. Hetta var bretski trolarin, Japonica. Teir komu fram á skipið norður úr Mýlingi.

Maðurin, vit tosa um, er sumbingurin, John Kjærbo eystan Á.

Vit møttu honum av tilvild á vestaru bryggju týsdagin. So skjótt, vit tóku myndatólið fram, tók hann Shell-keppin av høvdinum.

- Eg fekk henda keppin frá einum Shell-manni, men haldi ikki, at hann er hóskandi á høvdinum á eini mynd í blaðnum.

John fór til skips longu sum 14 ára gamal, og nú til heystar hevur hann verið umborð á Tjaldrinum í samfull 31 ár.

Hini árini á sjónum royndi hann eitt sindur av hvørjum, bæði her heima og uttanfyri landoddarnar.

John hevur eisini koyrt stórar bilar og maskinur og hevur arbeitt bæði í Føroyum og Grønlandi. Eitt stutt skifti, meðan hann annars var knýttur at Tjaldrinum, royndi hann seg sum útróðrarmann við snellubáti.

- Í eini 26 ár sigldi eg sum kavari við Tjaldrinum, men seinnu árini havi eg verið bátsmaður. Vit eru 14 dagar umborð og 14 í landi.

Tjaldrið kom til landið 14. juli 1976.

- Eg byrjaði 4. august sama ár, og vit royndarkoyrdu skipið fram til 1. september.

John var tískil eisini við í “uppstartinum” í hesi nýggju søguni hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni.

- Vit vóru sendir á kavaraskeið í Øravík í fimm vikur, eg sjálvur, Jens Midjord og Elmar Højgaard, sum seinni gjørdist leiðari á stovninum.

Manningin á Tjaldrinum hevur trivist ómetaliga væl, og ein av skiparunum øll árini hevur verið leirvíkingurin, Eyðbjørn Lervig.

- Eg fór umborð 24 ára gamal. Í dag eri eg 54. Øll hesi ár hava eg og Eyðbjørn verið á sama kjøli.

John sigur, at fýra av manningini, sum framvegis eru við Tjaldrinum, hava verið umborð øll árini, og einir tveir aðrir hava verið umborð næstan líka leingi.

Lívið hjá sumbinginum á sjónum byrjaði á ungum árum.

- Eg fór 14 ára gamal í 1967 umborð á ein garnabát í Íslandi, har eg var eina vertíð um várið. Hetta var ein 80-tonsari, og vit royndu eftir toski. Fleiri sumbingar vóru við og pápi mín, Sámal Enok, sáli, var ein teirra. Hetta var orsøkin til, at mín fyrsti túrur til skips var í Íslandi.

John sigur, at pápin doyði í 1992, og tað var hann, sum keypti sær navnið eystan Á.

- Pápi og tey vóru nógv systkin. Vit vuksu upp beint eystanfyri ánna í bygdini, sum verður rópt eystan Á. Tí fekk hann sær hetta eftirnavnið. Eg eri elstur av trimum brøðrum.

Eftir tíðina umborð á íslendska garnaskipinum, fór hann til Grønlands at arbeiða í Føroyingahavnini. Har var hann tvær vertíðir, og vertíðin var um summarið.

Nú bar leiðin umborð á Ólav Halga og til Ný Foundlands á saltfiskaveiði.

- Eg var við vártúrin, og eg haldi, at vit vóru fimm mánaðir burtur.

Heimafturkomin av Flemmish Kap fór hann at sigla við donskum farmaskipi. Hetta var ein minni coastari, og John var í hesi sigling í 14 mánaðir.

- Vit sigldu á Miðalhavinum, eitt nú við leysum svávulpulvuri millum Jugoslaviu og Marokko. Seinni sigldu vit í Norðurevropu, eitt nú við wc-pappíri, sigur hann og smílist.

Tann eina túrin, tá teir vóru á veg til Íslands, legði føroyski skiparin, sum ikki hevði verið heima í langa tíð, inn á Miðvág.

- Tað passaði soleiðis, at høvdu vit farið beina leið til Íslands, høvdu vit komið har beint uppundir eitt vikuskifti, tá eingin lossing hevði verið kortini. So, vit mistu onga tíð við at leggja í føroyska havn.

John fór nú á línuveiði við Rasmussi Effersøe. Teir fóru yvir á Flemmish Kap, og hann minnist, at fyrsti túrurin vardi í hálvan áttanda mánaða. Teir royndu víða um hendan langa túrin. Tað var fiskaloysi og lítið kom burtur úr.

- Eg var tveir túrar við Rasmussi, og hesir fevndu um ein stóran part av tveimum árum, leggur hann aftrat.

Eftir hetta var hann við onkrum útróðrarbáti her heima.

- Eg fekk eisini um endan av slupptíðini, tá eg var við Bjørgvin ein túr í Íslandi á saltfiski. Hesin túrurin vardi millum tveir og hálvan triðja mánaða. Skipið var í heldur vánaligum standi, og í Íslandi noyddust vit á beding, tá skipið fór at leka, tí verkið sprakk úr skrokkinum.

Teir noyddust at tøma skipið fyri salt, áðrenn teir kundu taka hana upp.

John hevur eisini fingist við annað arbeiði, og eitt nú var hann eitt skifti knýttur at arbeiðnum við Norðskálatunlinum og Leynatunlinum. Hann var eisini við til at planera undir virkinum, sum Jákup í Lopra í sínari bygdi á havnalagnum í Vági, og í 1975 var hann í Upernavik í Grønlandi, har hann koyrdi dumpara og aðrar maskinur.

- Tá øll hendan tíðin var av – við fiskiskipi, farmaskipi og koyring í sambandi við byggiarbeiði, fór eg um heystið í 1976 umborð á Tjaldrið, og her havi eg verið síðan. Tíðin sigur, at mær hevur dámað hetta lívið væl og sum er, havi eg ongar ætlanir um at royna nakað annað, sigur John Kjærbo eystan Á.