Umframt vanligu tiltøkini í Kelduni hava limirnir í samkomuni helst eisini havt Fjarðafestivalin í huga hesar seinastu mánaðirnar.
Øll hava tey á einhvønn hátt verið knýtt at hesi stóru ætlanini, sum jú ikki er roynd áður í hesum stóra og til endamálið væl hóskandi bygningi.
Bæði ung og eldri hava verið við í fyrireikingunum, og her hevur partur teirra ikki ligið eftir. M.a. høvdu nakrir av teimum eldru monnunum í samkomuni lagt graslíkið á vøllin til tann stóra uttandura pallin.
Onnur høvdu fyrireikað flutning, innivist, matgerð, vaktarbeiðið, barnaansing, upprudding og mangt annað.
Hóast hetta tóktist ikki sum at møði var tað, sum sermerkti ídnið teirra. Heldur ikki tá talan var um at rudda alt upp aftur.
Leygarkvøldið segði ein av teimum eldru, at teir fóru at rudda alt uppaftur um náttina. Hetta fór helst at vara til út móti morgni.
- Men tað bilar einki. Vit eru øll so samsint í at fáa alt hetta at virka sum best.
- Fyri mær er tað soleiðis sum tað stendur í Bíbliuni: - Eg orki alt í Honum sum ger meg sterkan, segði hann.
Hesa løtuna gekk hann og bar ein abbason, soleiðis at foreldrini eina løtu kundu luttaka í fyrireikingini.
Jú, her vóru øll við. Og tí gekk alt sum tað skuldi!