Og júst tí hevur sosiala nevnd samtykt at økja um ansingarplássini næstu árini, soleiðis at bíðilistin er burtur í 2003. Í hesi ætlan hava vit tikið hædd fyri stóru tilflytingini til høvuðsstaðin, sum eftir øllum at døma fer at halda fram.
Úrslitið av ætlanini er, at vit í Tórshavnar kommunu fáa nøktað tørvin á barnaansing 100 prosent innan hesi trý árini.
At tørvurin á barnaansing verður nøktaður 100 prosent er ein treyt fyri trivnaðinum í einum framkomnum samfelag. Tí er tað einki annað enn nátúrligt fyri okkum í Javnaðarflokkinum, at øll fáa pláss.
Komin væl áleiðis
Í ár verða 92 barnagarðspláss klár at taka í nýslu. 52 teirra í útbarnagørðum ymsastaðni í býnum, og hini 40 ávikavist í Býlingahúsinum á Ternuryggi og í býlingahúsinum millum Gilja.
Nýggi barnagarðurin í Vesturbýnum letur væntandi upp komandi summar. Í hendan stovnin sleppa 60 børn inn. Ein fyritøka í býnum hevur ætlanir um at gera ein stovn til 30 børn. Hetta verður helst veruleiki um stutta tíð. Tilsamans gevur hetta pláss fyri 162 børnum.
Í løtuni verður arbeitt fyri at fáa fleiri dagrøktarheim, soleiðis at 80 børn afturat kunna fáa tilboð um dagrøktarpláss í verandi dagrøktarskipan.
Ætlandi verður tørvurin á barnagarðsplássum til børn í aldrinum 3-7 ár nøktaður komandi summar. Hetta kemst av, at útbyggingarnar seinastu árini hava verið stovnar til børn í 3-7 ára aldri.
Fleiri vøggustovur
Nú er tíðin komin til minstu børnini. Vit skulu byggja vøggustovur ella smábarnastovur, soleiðis at foreldur veruliga kunna velja hvørja skipan tey ynskja til síni børn. Møguleiki skal vera fyri frítt at velja millum vøggustovu ella dagrøkt.
Soleiðis skapa vit grundarlag fyri trivnaðinum hjá børnunum, foreldrunum og ikki minst arbeiðsplássunum.
Ein væl virkandi barnaansing, ið nøktar tørvin 100 prosent, er nevniliga til eins stóran fyrimun fyri arbeiðsplássini, sum hon er fyri børn og foreldur. Tí skapar barnaansingin eisini gróður fyri einum livandi vinnulívi.
Fyri at tryggja, at endamálið verður nátt, skal kommunan á hvørjum ári í sambandi við fíggjarætlanina endurskoða málsetningin soleiðis, at útbyggingin av ansingarplássum alla tíðina er í trá við barnatalið í kommununi.
Elin Lindenskov,
býráðslimur og valevni fyri Javnaðarflokkin
www.lindenskov.com