Nú er stundin komin til at føra bústaðarpolitikk fyri borgaran og ikki fyri spekulantarnar.
Tey seinastu útvið 10 árini hava bankarnar ígjøgnum teirra meklarafyritøkur trýst bústaðarprísirnar so langt upp, at keyparar noyðast at taka lán fyri fleiri ársinntøkur, fyri at fáa tak yvir høvdið.
Samstundis standa spekulantarnir sum gribbar, og fylla býin við ljótum betongklossum og containarabyggjaríi, sum bygdir verða so bíliga sum gjørligt, og selt ella útleigað fyri okursprís. Úrslitini síggjast t.d. á Karlamagnusarbreyt og í nýggju byggingini undir Kongavarða. Og gongst sum ætlað, verður eitt líknandi byggjarí brátt at síggja í fyrrverandi frílendinum omanfyri Á-handilin eystanfyri Sundsvegin.
Vend má koma í
Men nú er nóg mikið. Fíggjarliga veikir samfelagsbólkar skulu hvørki gevast upp fyri skutil hjá spekulantum og bústaðarhávum, ella verða rikin út úr høvðusstaðnum av búðstaðarneyð. Tí skal Býráðið halda uppat við at fjølga um spekulantarnar, og ístaðin føra ein bústaðarpolitikk til gagns fyri borgaran.
Tað verður gjørt við at stovna eitt almentgagnligt bústaðarfelag, sum skal byggja leiguíbúðir til láglønarbólkar, stakar uppihaldarar og onnur, sum ikki hava ráð til at leggja 2,5 mió á borðið fyri eina íbúð. Tá byggingin er liðug, kann raksturin fremjast í samstarvi við Bústaðir.
Lutaíbúðir og vardir bústaðir
Kommunan skal eisini verða stigtakari til lutaíbúðarverkætlanir, har fólk kunnu keypa seg inn í verkætlanina fyri ein kostnað á áleið 300-400.000 kr. Fyri at halda prísinum niðri, eiga slíkir lutir ikki at verða umsetiligir. Harafturat ber eisini til at byggja og skipa vardar búðstaðir sum lutaíbúðir, so eisini á eldraøkinum er hetta ein góð loysn.
Ein slíkur bústaðarpolitikkur vil forða spekulantunum og bústaðarhávunum at gera sær dælt av teim veikastu samfelagsbólkunum. Somuleiðis vil eitt slíkt útboð av bústøðum minka um møguleikarnar hjá bankunum til at trýsta bústaðarprísirnar enn longur upp.
Øll skulu hava ráð til eitt heim – eisini í Tórshavnar kommunu.
Ronnie Thomassen,
valevni á lista E.