12. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin ídag.
Mikukvøldið vóru fýra dystir í 11. umfari. Longu mitt í mai vann TB 10-1 á heimavølli ímóti TB.
Nú 11. umfar er liðugt leikt, er støðan tann, at TB og KÍ eru á uppflytingarplássunum.
07 Vestur megnaði mikukvøldið ikki meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum tað annars hevur gingið heilt illa hjá higartil í ár.
07 Vestur hevur spælt seks heimadystir. Vágamenn hava vunnið tríggjar ferðir, og mikukvøldið var tað triðja ferðin, at úrtøkan á heimavølli var eitt stig.
Hjá KÍ hevur hilnast væl seinastu vikurnar. 3-0 sigurin á heimavølli ímóti AB var fjórði sigurin á rað, og nú er KÍ fyri fyrstu ferð i ár á uppflytingarplássi.
Felags fyri TB, KÍ og 07 Vestur er, at tey kappast um uppflytingarplássini, og at tey øll fara at spæla á útivølli í dag.
Longu klokkan 13.15 verður fyrsta bríkslið í Streymnesi, har oddaliðið TB hevur stóra avbjóðing ímóti EB/Streymi, sum hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar.
KÍ skal í Gundadali spæla ímóti teimum næstbestu hjá HB, og 07 Vestur fer at vitja AB, sum hevur tapt fýra tær seinastu ferðirnar við samlaða málmuninum 0-14!
Grannadystur verður í Runavík millum teir næstbestu hjá NSÍ og B68. Toftamenn eiga framvegs fyrsta sigurin til góða, og hjá NSÍ ræður tað um at renna undan næstaftast plássinum.
11. umfar
13. mai
TB-HB 10-1
9. juni
Víkingur-NSÍ 0-0
KÍ-AB 3-0 (1-0)
1-0: sjálvmál 30.
2-0: Niels Pauli Danielsen 65.
3-0: sjálvmál 78.
B68-EB/Streymur 0-3 (0-2)
0-1: Brian Olsen 27.
0-2: Brian Olsen 36.
0-3: Arnar Dam 72.
07 Vestur-FC Hoyvík 1-1 (0-0)
1-0: Jovan Panic 63.
1-1: Ásbjørn V. Gunnarsson 80.
Reytt kort: Milan Pejcic, 07 Vestur 55.
Støðan eftir 11 umfør
TB 25
KÍ 23
07 Vestur 22
EB/Streymur 21
HB 19
Víkingur 15
NSÍ 9
FC Hoyvík 8
AB 7
B68 2
12. umfar
Leygardagin 12. juni
EB/Streymur-TB: Birgir Sondum kl. 13.15
NSÍ-B68: Bárður Mortensen kl. 17.15
FC Hoyvík-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 16.00
HB-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.30
AB-07 Vestur: Johan P. Michelsen kl. 16.00