Millum mongu uppskotini, sum nú skulu leggjast fram av nýggjum, eru leigulógin, Fróðskaparsetrið og fleiri almannalógir Løgmaður boðaði seint hóskvøldið frá av tingsins røðarapalli, at val til Løgtingið verður leygardagin 19. januar. Siðvenja hevur verið, at tá ið val er útskrivað, so steðgar tingarbeiðið upp. Soleiðis verður eisini hesa ferð.
Ein rúgva av uppskotum til løgtingslógir, vóru í tinginum, nú løgmaður var noyddur at útskriva val.
Millum mongu uppskotini er leigulógin, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, bar niðan í tingið. Málið var til viðgerðar í trivnaðarnevndini, nú val var útskrivað.
Eitt annað mál, sum lá í tinginum, var uppskotið um samanlegging av Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, legði hetta uppskotið fram. Nú val varð útskrivað var málið til viðgerar í mentanarnevndini.
Ein røð av almannamálum lá í tinginum, nú tingarbeiðið helt uppat. Millum hesi uppskotini vóru tey um dagpening vegna sjúku og uppskot um at byggja heim fyri sinnisveik í Vági. Hesi hevði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum lagt á tingborð. Nú valið varð útskrivað, vóru tey til viðgerðar í trivnaðarnevndini.
Einasta málið, sum verður viðgjørt og samtykt, verður provosorisk fíggjarlóg, sum verður galdandi, inntil nýggja tingið hevur samtykt fíggjarlóg fyri 2008. Øll hini tingmálini detta burtur, og tey skulu leggjast fram á ting av nýggjum í nýggja tinginum.