Löfven boðar frá at hann leggur frá sær

Stefan Löfven leggur frá sær sum forsætisráðharri í Svøríki í november. Tað avdúkaði hann í summarrøðu í dag

Stefan Löfven fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri og floksleiðari í november, boðaði hannf rá í summarrøðu í dag. - Foto: 10060 Henrik Montgomery/Tt/Ritzau Scanpix

Tað var í veruleikanum lagt upp til, at Stefan Löfven í dag í siðbundnu summarrøðu skuldi stinga út í kortið politisku kósina.

 

Men hann tók øll á bóli við at boða frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri og floksformaður í november.

 

– Hendan avgerðin hevur verið ávegis í eina tíð. Eg havi verið floksleiðari í tíggju ár og forsætisráðharri í sjey. Tað hava verið nøkur fantastisk ár, men alt hevur ein enda, sigur Stefan Löfven.

 

Svenska blaðið Aftonbladet kallar tað eina »stóra politiska bumbu«.

 

Stefan Löfven hóraði undan einum misálitisuppskoti í Ríkisdegnum í juli. Men ínovember – í sambandi við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum – leggur 64 ára gamli Stefan Löfven so frá sær.

 

Harvið skal Javnaðarflokkurin finna eitt nýtt forsætisráðharravalevni. Val verður til svenska ríkisdegnum næsta ár.

 

– Í næsta valdysti fer onkur annar enn eg at leiða Javnaðarflokkin.

 

– Eg vil fegin geva mínum eftirfólki bestu umstøður. Eg eri eisini sannførdur um, at ein nýggjur floksleiðari fer at geva flokkinum nýggja orku sigur forsætisráðharrin í røðuni.

 

Tað er siðvenja í Svøríki, at floksleiðarar síðst á summarinum halda eina røðu, at teir hyggja fram ímóti komandi tíðini.

 

Sambært blaðnum Expessen sendi Stefan Löfven í dag eini sms-boð til floksleiðsluna í Javnaðarflokkinum um, at hann leggur frá sær.

 

Flokkurin fór á eyka fund nú seinnapartin.

 

Forsætisráðharrasessurin hjá Stefan Löfven var í vanda í juli, tá eitt størri stríð um regulering av svenska leigumarknaðinum endaði við eini misálitisatkvøðugreiðslu ímóti Stefan Löfven.

 

Hann hóraði tó undan og kundi stutt eftir kunngera triðju stjórn sína.

 

Stefan Löfven gjørdist fyrstu ferð forsætisráðharri í 2014. Í januar í 2019 skipaði hann aðru stjórn sína eftir drúgvar samráðingar eftir valið í 2018.

 

/ritzau/

 

Stefan Löfven fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri og floksleiðari í november, boðaði hannf rá í summarrøðu í dag. - Foto: 10060 Henrik Montgomery/Tt/Ritzau Scanpix