Løgmaður harmast

Hann hevur sent tingformannininum skriv, har hann harmast um svar sítt til tingið í farnu viku

Løgtingið hevði í seinastu viku ófráboðaðar spurningarf til landsstýrisfólk og løgmann.

 

Spurningurin um búskaparráðgevan hjá løgmanni var til viðgerðar. Løgmaður svaraði tá, at ongin umsókn var frá nøkrum búskaparfrøðingi, tá ið starvið var lýst leyst fyrru ferð.

 

Hetta var ikki heilt rætt. Búskaparfrøðingar søktu, skrivar løgmaður í dag, men hesum visti hann ikki av.

 

-Tað ber ikki til at fyrireika seg til ófráboðaðar  spurningar, so eg fekk ikki eftirkanna um svar mítt var nóg gott. Tað var ikki fullfíggjað havi eg nú fingið at vita og hetta harmist eg um, skrivar løgmaður í dag til tingformannin.