- -Sjálvandi kann eg ikki góðtaka, at tað blívur við at vera larmur um hetta málið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum júst er afturkomin til Føroya.
Løgmaður staðfestir í kvøld, at støðan í samgonguni er álvarsom, og at rumbli um tað sokallaða Tollmálið má fáa ein enda, so ella so.
- -Vit mugu hava ein fund innanhýsis í Sambandsflokkinum og í samgonguni nú, og finna útav, um tað ber til hjá okkum at fáa frið um hetta málið, sigur løgmaður.
Hann ger greitt, at hann nú krevur arbeiðsfrið, og fær samgongan ikki tað, so er ilt at halda fram á hendan hátt.
- -Tann næsta tíðin fer at staðfesta, um vit kunnu halda fram og fáa arbeiðsfrið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Fyrr í kvøld segði Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, at hendan støðan ikki longur er haldbar fyri flokkin, og tí má antin Jørgen Niclasen ella samgongan rúka.
Hetta hevur Kaj Leo Holm Johannesen onga viðmerking til í kvøld, men staðfestir, at hann komandi dagarnar fer at fundast við Sambandsflokkin og við samgonguna um hesa støðu.