Í kjalarvørrinum av nýggjársrøðu løgmans spyr Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, løgmann nakrar spurningar í sambandi við útsøgnina hjá løgmanni um, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólki. Talan er um ein grein 52 spurning, sum løgmaður skal svara skivliga.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1) Hevur Løgmaður metingar um, hvussu vit skulu skipa flóttafólkaarbeiði og kostnaðin av møguligari flóttafólkaskipan í Føroyum?
2) Hevur Løgmaður metingar um, hvørjar átrúnaligar, mentanarligar og fólkaræðiligar avbjóðingar fara at vera, taka við flóttafólk úr t.d. Miðeystri?
3) Heldur løgmaður tað ikki vera skilabetri, at vit verða við at fíggja neyðhjálp og humaniter átøk nærhendis krígsøkjunum og soleiðis veruliga hjálpa, so tað munar?
4) Ælar løgmaður at leggja fyri Løgtingið frágreiðing, sum verður støði undir aðalorðaskifti um flóttafólk til Føroyar?
Bjarni Djurholm sigur í viðmerking til spurningarnar, at í nýggjársrøðuni bar løgmaður boðskapin, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum framyvir. Sum framhald hevur løgmaður víst á, at vit eiga at umhugsa at taka ímóti upp móti 60 flóttafamiljum um árið, sum svarar til eini 250 til 300 fólk.
– Útmelding løgmans var greið, men ógreiða er harafturímóti um, hvussu samfelagið skal fyrireika seg til nýggju støðuna soleiðis, at samfelagið kann fyrireika seg til avbjóðingina, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir á, at stóra avbjóðingin eisini er, hvussu samfelagið skal húsa, skúla, geva sálar/læknaliga hjálp og annars vera um flóttarnar, og hvussu landskassin kann bera kostnaðin, sum fyri 60 flóttafamljur helst fer at kosta útvið 50 mio kr árliga. Hugsa vit okkum, at familutalið ár undan ári økist javnbært, verður skjótt talan um árliga upphædd sum verður fleirfalt so stór.
– Hetta fer harumfarmt at geva samfelagnum stórar fólkaræðiligar, mentanarligar og ikki minst átrúnaðarligar avbjóðingar.
Aðrastaðni er alt meira vanligt, at heili øki, sum eru búsett av flóttum við t.d. muslimskum átrúnaði í størri og minni mun eru regulerað sum paralellsamfeløg, har erklerað mál hjá fleiri er at virka móti fólkaræði og ístaðin stuðla jihad og at umskipa samfelagið til eitt khalifat.
Tí kann flóttafólkaspurningurin eisini gerast spurningur um grundleggjandi virðini, sum samfelagið byggir á.
Vísandi til sjálvsøgdu virðingina fyri mannarættindum og grundlógartryggjaðu ásetingarnar um trúðarfræli, frælsi at skipa samkomur o.s.fr., kunnu myndugleikarnir ikki loyva sær at skilja millum teir flóttar, sum vilja koma til Føroyar.
Tí er tað ein ovurstór avbjóðing yvir tíð at taka móti 100-tals flóttum árliga, har eingin vitan er um langtíðarárini fyri føroyska samfelagið.
Alternativið at taka flóttar til Føroyar er, at landsstýrið átekur sær skipaða hjálp til flóttafólk í londum, sum eru nærhendis teimum krígsøkjunum, har fólk verða forfylgd, myrd, neyðtikin, seld sum trælir og annars jagstrað til frá húsi og heimi fyri sín átrúnað.
Við at hjálpa flóttum í teirra nærumhvørvi kann landsstýrið lokalt fíggja skúlagongd, heilsurøkt, sanitera skipanir o.s.fr. nógv dyggari, enn samfelagið fyri somu upphæddir megnar við at húsa 10-tals familjum árliga í Føroyum. Tvs. veruliga hjálpa har tað munar.
At skipa fyri slíkum hjálpararbeiði og at fáa til vega neyðugan pening er bert spurningur um áræði og politiskan vilja.
Ein orsøk til eksponeringina á flóttar nú er, at ræðuleikarnir í muslimsku regiónunum eru vorðnir ófatiligir.
– Sokallaða arabiska várið endað í sonnum ruðuleika og menniskjaligum ræðuleikum. Serstakliga hevur borgarakríggið í Sýria víst, hvussu høpisleys støðan er í økinum. Milliónir er flýdd frá húsi og heimi og eru fløttar í egnum landi, umframt, at aðrar milliónir eru flýdd av landinum, sigur Bjarni Djurholm.
Burturúr hesum ræðuleikum er sprottið kanska mest ráði felagsskapur nakrantíð, Islamic State (IS), sum hevur erklerað mál, at stórur partur av Sýria og Irak skulu vera eitt islamiskt kalifat, har Sharia-lógin skal praktiserast niður í smálutir.
Serstakliga hevur forfylgingin rakt kristnu minnilutanar í økinum. Eisini aðrir minnilutar eru sera hart raktir. Píning, neyðtøkur, dráp og søla av ungum gentum er gerandiskostur. Eisini hava vit sæð markleysar ræðuleikar fyri opnum skermi, har vesturlendsk tíðinda- og hjálparfólk verða skorin á háls og avhøvdað fyri opnum upptøkutólum.
Tað eigur tó at undra, at tá mannarættindi so skammiliga verða niðrað og traðkað undir føtur, og har kvinnur og javnrættindi annars verða so hunddálkað, at tað ikki hevur vakt meira politiskan ans í Føroyum enn tilfeldið er.
Hetta var m.a. sjónligt í Løgtinginum, tá undirritaði farna heyst reisti spurningin til løgmann um ræðuleikarnar í miðeystri, framdir av Islamic State (IS).
Samanumtikið nam løgmaður í nýggjársrøðuni við sera álvarsligar, viðkomandi og eisini avgerandi spurningar, tá hann mælti til, at vit umrøða at taka móti flóttafólkum í Føroyum.
Við støði í nýggjársrøðuni verður hesin skrivligi spurningur setur løgmanni.