Vaksandi russiski áhugin fyri føroysku fiskavørum fær russisku stjórnina at bjóða løgmanni á fund. Kaj Leo Johannesen tekur av og er á veg til Moskva.
Fundurin er komin í lag eftir at Russland 7. august setti innflutningsbann á vørur úr ES, Norra, USA og fleiri øðrum londum í vesturheiminum.
Føroyar eru sum kunnugt ikki raktar av handilsbanninum, og tað økir um russiska áhugan fyri føroyskum fiskavørum.
Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni í Tinganesi, váttar at russisku myndugleikarnir hava vent sær til landsstýrið fyri at fáa fundin í lag. Síðani hevur samskifti verið millum partarnar, og nú er løgmaður á veg til Moskva.
Mánamorgunin skal Kaj Leo Holm Johannesen á fund við Ilia V. Shestakov, sum er vara-ráðharri í landbúnaðarmálum og samstundis stjóri fyri Russian Fishery Agency, ið er ein stovnur undir russisku stjórnini.
Hóast deildarstjórin á Uttanríkistænastuni ikki vil í smálutir við skránni fyri fundin, so er greitt at endamálið er at slóða soleiðis fyri, at økti russiski áhugin fyri føroyskum fiskavørum kann fremjast í praksis.
Vitjanin hjá løgmanni í Moskva kemur í lag, samstundis sum viðurskiftini millum Russland og flestu av londunum í vesturheiminum eru kølnað munandi.
Áðrenn russkiska handilsstongslin hevði ES eitt nú sett í verk fleiri tiltøk móti Russlandi fyri at mótmæla russiska leiklutin í Ukraina.
– Føroyska støðan í altjóða høpi hevur verið inni í myndini í samband við russisku innbjóðingina, váttar Gunnar Holm-Jacobsen.
Formliga hevur løgmaður ikki ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn hann nú fer á fund við ráðharra í russisku stjórnini.
Við á ferðini hjá løgmanni til Moskva eru eisini Gunnar Holm-Jacobsen og Áki Johansen, ávíkavist deildarstjóri og ráðgevi á Uttanríkistænastuni í Tinganesi.