Løgmaður toldi ikki at fáa vald

­ Í staðin fyri at virka sum leiðari í Tinganesi, valdi Edmundur Joensen at arbeiða fyri sínum persónligu áhugamálum. Hetta gjørdi hann m.a. við sýta landsstýrismonnunum innlit í tey mál, sum hann átók sær, sigur Sámal Petur í Grund um arbeiðsháttin hjá løgmanni

Fyrrverandi landsstýrismaðurin heldur lítið um løgmann sum persón, at hann leggur alt samfelagið lamið, bert tí hann er vorðin firtin á sínar egnu, sum vilja hava nýggjan formannn í Sambandsflokkinum.

­ Edmund Joensen hevur seinastu trý árini víst, at hann ikki er førur fyri at samstarva við aðrar flokkar. ­ Fyrsti trupulleikin var Javnaðarflokkurin, sum fór úr samgonguni. Síðani kom túrurin til Sjálvstýrisflokkin.Tá Fólkaflokkurin fór i samgonguna, hava teir eisini fingið ákoyringar frá løgmanni.

Klamsað allar dyr

­ Nú hevur hann klamsað so nógvar hurðar aftur eftir seg, at nú, tá hansara egnu seta honum stólin fyri hurðina, vendist ikki aftur, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur, at løgmaður átti at pakka saman og latið løgmanssessin til annan persón, heldur enn at útskriva val.

Hann nevnir eisini tey nógvu tingmálini sum nú detta niður fyri, mál, sum hava samfelagsligan týdning, eitt nú málið um at gera Telefonverkið til alment partafelag og suðuroyarsiglingin,sum Edmundur Joensen kanska í veruleikanum vil sleppa undan at loysa.

Brúkti orku at finna sær syndabukkar

­ Hvussu var samstarvið í Landsstýrinum,tá tú vart í Tinganesi?

­ Tað gekk væl í fyrstuni, men so komu trupulleikarnir. Løgmaður kendi tað sum vóru vit mótstøðupartar hansara, og gjørdi nógv fyri at finna syndabukkar, og soleiðis vísa sína megi. ­ Javnaðarflokkurin gjørdist fyrsti syndabukkurin. Tað vísti hann flokkinum, við m.a. í hvørjari røðu at langa út eftir flokkinum.

­ Tá Javnaðarflokkurin fór, og Fólkaflokkurin kom upp í samgonguna, var tað hesin flokkur,sumstóð fyri skotum. Nú hevði hann bert alt gott at bera Javnaðarflokkinum.Tað var eins og kappaðist hann innanhýsis í Landsstýrinum, sigur Sámal Petur í Gongd.

Hann sigur um evnini hjá løgmanni at leiða fundir í Tinganesi, við at vísa til skrivingina hjá Atla Hansen, partamannin hjá løgmanni, sum segði at samgongufundirnir nyttaðu einki, tí løgmaður bert gekk og mól aftur og fram, meðan fundurnir vóru.

Legði seg út málsøkini hjá hinum

Trupulleikin var einamest, at Edmund Joensen legði seg út í landsstýrismálini á slíkan hátt, at hann ikki var førur fyri at stýra.

­ Eitt nú, tá veddingarmálið, sum var mítt málsøki, var fyri, og løgmaður skuldi lúvga onkran floksfelaga, vildi hann hava meg at gera hetta.

­ Eg segði sum var, at eingin lóggáva var á økinum, og at tað mátti gerast fyrst. Tá fór løgmaður sjálvur til Danmarkar at fremja málið, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur lítið um, at landsins hægsti maður, skuldi blanda seg í málið, tá hansara uppgáva var at virka sum leiðari í Landsstýrinum.

Fjølmiðlarnir hava havt stórar trupulleikar av, at løgmaður hevur verið so torførur at fáa í talu.

Tað hevur mangan ført til stórt høvuðsbrýggj, hví so var, og førdi til, at nógvir ósvaraðir spurningar eru um løgmanstíðina hjá Edmundi Joensen.

Á henda hátt eisini vísti løgmaður sítt vald, sum bert kann sammetast við einaveldisharrar í londum, sum vit annars ikki vilja sammeta okkum við.

Nýtti vald móti fjølmiðlunum

­ Hví heldur tú, at løgmaður hevur havt so vánaligt samskifti við fjølmiðlarnar?

­ Møguliga hevur hann ikki dugað at tosa við miðlarnar, og tað líktist ongum. Teir persónar, sum eru valdir av fólkinum, eiga at kunna og upplýsa almenningin um tað sum fyriferst í politiska arbeiðinum. ­ Hjá løgmanni var tað eyðsæð, at hann toldi ikki at fáa vald, og vísti tað á sín sermerkta hátt, sigur Sámal Petur í Grund, sum altíð hevur kent tað sum sítt aðalmál, at kunna fjølmiðlarnar um arbeiði sítt í Tinganesi.

­ Hvat hevur hann brúkt sítt vald til?

­ Hann hevur m.a. nýtt vald sítt til at fremja síni áhugamál, og við ikki at geva Landsstýrinum innlit. Eitt nú fingu vit í Landsstýrinum einki at vita um viðurskiftini viðvíkjandi Framtaksgrunninum, Fiskasøluni og Fiskavirking. Eingin veit, hví so var, men tá vit royndu at spyrja, fingu vit einki svar.

­ At enda noyddust vit at fáa leiðararnir fyri tingbólkarnar upp í leikin, fyri at fáa vitan um hesi mál, sigur Sámal Petur í Grund.

Hann heldur lítið um tað, sum løgmaður í síni røðu vísti til, at tað hevði verið so stór framgongd í hansara løgmanstíð.

­ Veruleikin er, at tað hevði gingið nógvar ferðir betur, um Edmund Joensen nýtti samfelagsligu framgongdina rætt, eitt nú við at samstarva við hinar í Landsstýrinum, sum leiðari í samgonguni.

Vildi ikki taka við læru

­ Um nú Edmundur Joensen ikki dugdi so væl at stýra, kundi hann ikki fingið hjálp frá embætisfólkunum í Tinganesi?

­ Tað er einki dulsmál, at starvsfólkini í Tinganesi eru bæði dugnalig, trúgv og vitandi um síni størv, men tað nyttaði einki. Løgmaður vildi ikki taka við læru frá nøkrum, sigur Sámal Petur í Grund.

­ Er tað ikki løgið, at Edmund Joensen gjørdust formaður í Sambandsflokkinum, tá hansara leiðaraevnir vóru so vánalig?

­ Tað er helst einki loyndarmál, at tað kom av innanhýsis stríði í flokkinum. Eingin kendi serliga nógv til Edmund Joensen, áðrenn hann gjørdist formaður, annað enn at hann hevði eitt væl rikið virki á Oyri, og var nevndarlimur í Fiskasøluni, og tað høvdu sambandsfólk stóra virðing fyri.

­ Hvørja ávirkan heldur tú hetta fer at hava á Sambandsflokkin?

­ Tá løgmaður sum persónur setir seg sjálvan fremst, er greitt at tað hevur negativa ávirkan á flokkin, men tá flokkurin nú gevur seg til kennis við síni ónøgd, skapar tað ivaleyst eisini virðing, men um tað fær góða ávirkan á komandi valið, er torført at spáa um, sigur Sámal Petur í Grund.Dagny Joensen

­ Tá løgmaður sum persónur setir seg sjálvan fremst, er greitt at tað hevur negativa ávirkan á flokkin, men tá flokkurin nú gevur seg til kennis við síni ónøgd, skapar tað ivaleyst eisini virðing, men um tað fær góða ávirkan á komandi valið, er torført at spáa um, sigur Sámal Petur í Grund.