Løgmanssteypið: Oddsini millum HB og Víking eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á fyrru hálvfinaluna millum HB og Víking

Seinnapartin klokkan 15 verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum HB og Víking leikt á ovara vølli í Gundadali.

 

R5 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tá liðini hittust í landskappingini 1. apríl í dysti í Sarpugerði í Norðragøtu gjørdist talan um 2-1 sigur til Víking.

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis kappingardystunum er talan um níggju sigrar til HB, sjey sigrar til Víking og fýra javnleikir.

 

Oddsini altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru sera jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt lítið vet til ein HB-sigur.

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,16 og 2,30.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,14 og 3,60

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,50 og 2,73. So tað er ikki nógv sum skilir liðini. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##