Tað hava verið nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild hevur tað verið serstakliga friðarligt.
Tað sigur løgreglan í morgun.
Løgreglan sigur, at nógv jólaborðhald hava verið og tað sást aftur í býarmyndini, men tað gav ikki løgregluni stórt meiri at gera enn eitt vanligt vikuskifti.
- Hesa tíðina, jólaborðhaldini eru, gera vit nógv burtur úr at fylgja við ferðsluni, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur eisini steðgað nógvum bilum í nátt, men allir bilførararnir vóru edrúir.
Løgreglan heldur, at í so máta støðan er munandi batnað hesi seinastu árini.
- Bilførarar ansa munandi betri eftir, at teir ikki koyra ávirkaðir, sigur løgreglan
Løgreglan heldur, at tað hevur eisini bøtt um støðuna, at promillumarkið varð lækkað úr 0,5 prosent, niður í 0,2 prosent.
Tað merkir, at nú vita bilførarar, at teir skulu ikki drekka yvirhøvur, har tað áður ikki var óvanligt at bilførarar fylgdu við klokkuni og mettu um, hvussu nógv, teir toldu, og so fóru teir upp um mark, áðrenn teir vistu.
Annars hevði løgreglan ikki aðrar trupulleikar í nátt, enn teir vanligu av fullum fólki, sum sovnaðu og skuldu bjargast til hús og av fullum fólki, sum elvdu til ófrið í privathúsum.
Tað var hált, so onkur er eisini dotti og hevur meitt seg eitt sindur og ein av teimum meiri sermerktu uppgávunum, løgreglan hevði í nátt, var at hjálpa einum hýruvognsførara, har viðskiftafólkið ikki var samt við rokningina fyri túrin og tískil noktaði at rinda.
|