Løgreglan hevur funnið eigaran

Málningurin hevur hingið á eini skrivstovu í Havn

Málningurin, sum løgreglan í gjár ikki visti hvør átti, er nú komin aftur í rættar hendur.

 

Les eisini: Ránsmaður í Klaksvík hevði ókendan málning

 

Tað var í gjár, at løgreglan almannakunngjørdi mynd av einum málningi, sum tey ikki vistu, hvør átti.

 

Málningurin varð funnin í viðførinum hjá einum manni, sum fekk 10 mánaða fongsul fyri at hava sníkt seg inn til ein klaksvíking sunnunáttina at stjala.

 

Maðurin segði seg hava funnið málningin í Havn, men visti ikki hvar og tískil leitaði løgreglan eftir eigaranum

 

Og klokkan átta í gjárvøldið gjørdi eigarin so vart við seg hjá løgrgluni og greiddi frá, at hon hevði málað og eisini átti málningin.

 

Hann hevur hingið á eini skrivstovu í Havn og í næstum fær eigarin málningin útflýggjaðan frá politinum.