Løgtingið farið í summarfrí

Løgtingið er nú farið heim í summarfrí og møtir ikki aftur fyrr enn á ólavsøku

Sum síðsta punkt á skránni á tingfundinum í dag var orðaskifti um vinnupolitikk, og tað var samstundis síðsta málið á skránni hetta tingárið, tingárið 2025, sum nú er endað.

Um einki óvanligt hendir, so kemur Løgtingið ikki saman aftur fyrr enn á ólavsøku, tá nýggja tingárið, tingárið 2026, byrjar.

Johan Dahl, løgtingsformaður, greiddi frá, at hetta tingárið hevur Løgtingið havt 59 tingfundir, sum hava vart í tilsamans 304 tímar.

– 110 mál er løgd fram. 3 skrivligir fyrispurningar hava verið settir og svaraðir. 20 ófráboðaðir fyrispurningar hava verið á trimum fundum. 114 grein 52a fyrispurningar hava verið settir higartil, segði hann.

Hann segði eisini, at fíggjarnevndin hevur havt 37 fundir, uttanlandsnevndin 15 fundir, vinnunevndin 12 fundir, trivnaðarnevndin 18 fundir, mentanarnevndin 12 fundir, rættarnevndin 19 fundir og serliga grein 25 nevndin ein fund.

Áðrenn tingfólk fóru av fundi heitt formaður á tey um at reisast og syngja tjóðsangin, og Bill Justinussen, sum eisini er sangari og tónleikari, fekk heiðurin at syngja fyri.