Løgtingið kann ikki tvinga bankarnar at lækka ómaksgjøld

Landsstýrismaður og løgtingsmaður hava hvør sína áskoðan á, hvussu nógv bankarnir tjena

Løgtingið kann ikki tvinga bankarnar til at lækka ómaksgjøld ella til at seta fleiri sjálvtøkur upp. Tað er ein niðurstøða, nú Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki, at fáa fatur á sínum egnu pengum.

 

Í hesum sambandi vístu løgtingslimir á, at onkur banki tekur 50 krónur í ómaksgjaldi, hvørja ferð, fólk koma í bankan at taka sínar egnu pengar út. Samstundis vístu tinglimir á, at bankarnir alsamt skerja talið á deildum kring landið og sjálvtøkurnar verða tiknar niður allastaðni, so nú eru bara nakrar fáar

 

Magnus Rasmussen er landsstýrismaður í vinnumálum og tá ið Løgtingið umrøddi málið, staðfesti hann, at ómaksgjøldini eru ymisk frá banka til banka. Í onkrum banka kostar tað 50 krónur at taka pengar út, men í onkrum øðrum banka er tað ókeypst tvær tær fyrstu ferðirnar. Onkur bank hevur serskipanir fyri eldri fólk.

 

Les eisini: Bankarnir skerja rættin hjá fólki at gjalda kontant

 

Annars staðfesti landsstýrismaðurin, at hetta er ikki eitt málsøki, vit hava yvirtikið. Tvørturímóti er hetta danskt málsøki og sostatt hevur Løgtingið ikki heimild til at áleggja bankunum nakað sum helst yvirhøvur.

 

Men undir øllum umstøðum eiga vit eisini at reisa spurningin um tað yvirhøvur er rætt at Løgtingið leggur seg út í, hvussu einstakar fyritøkur verða riknar, sigur Magnus Rasmussen. Tað hava vit higartil ikki hildið, leggur hann afturat.

 

Men so reisti Magnus Rasmussen eisini spurningin um bankarnir í roynd og veru tjena so nógv, sum mong halda. Hann vísir á, eftir skatt er rentingin av eginognini hjá Banknordik, eini 4,7 prosent og hann spyr um tað er so nógv. Hann vísir á, at hjá øðrum fyritøkum er tað nógvar ferðir størri, og fara vit heilt í hina grøvina, er tað næstan 25 prosent.

 

Kortini vísir hann á, at bankarnir hava eina stóra samfelagsábyrgd, og uppskotið frá Tjóðveldi kann vera eitt signal frá myndugleikunum til bankarnar um at duga sær hógv.

 

Partamaður hansara, Erhard Joensen vísir á, at veruleikin er, at bankarnir eru ikki vælgerandi fyritøkur. Tvørtur ímóti eru teir køld og kensluleys forrætning

 

Og hann vísti á, at seinast, BankNordik hækkaði gjøldini, segði stjórin, at raksturin er lagdur soleiðis til rættis, at íleggjararnir skulu hava eitt avkast upp á átta prosent um árið. Erhard Joensen sigur, tað er millum tey allarhægstu avkastini, tí tað vanliga er, at tey eru eini tvey – fýra prosent um árið.