Løgtingsbygningurin skal umvælast fyri 34,2 milliónir krónur

Formansskapurin skjýtur upp, at játtaðar verða 34,2 milliónir rkónur til at umvæla gomlu telefonstøðina

Løgtingsbygninginum á Tinghúsvegi 3 tørvar ábøtur, eftir at staðfest er, at umfatandi avbjóðingar hava verið við fasaduni á bygninginum.

Tað skrivar formansskapurin í uppskoti til løgtingslóg umat játta pengar til umvælingina.

Tey siga, at tá onkrar av glasplátunum uttan á bygninginum brotnaðu í 2024, varð farið at kanna bygningin nærri.

– Øll glasfasadan er tikin niður, og staðfest er, at bygningurin má umvælast heilt inn á betong, eins og nógv vindeygu og hurðar mugu skiftast. Klædningurin er lutvíst eitt listaverk, og tað verður endurskapt í nýggju loysnini, tó við nýggjum haldbarum glasi og festum, skrivar formansskapurin.

Tey siga víðari, at klædningurin á bygninginum verður høvuðsumvældur og gjørdur av nýggjum sambært galdandi bygningskunngerð og fer sostatt eisini at vera orkudyggari. Arkitektoniska úttrykkið av bygninginum verður í høvuðsheitum varðveitt og fer at síggja út, sum bygningurin hevur sæð út higartil, tó við neyðugum tillagingum í mun til haldbari, konstruktiónir v.m., umframt at haldbar festing av glaslistini skal tryggjast.

– Arbeiðið byrjar ætlandi fyrst í 2026 og væntast at vera liðugt við árslok 2026. Um veðrið ikki er til vildar í mun til uppsetan av glaslistini, so tíðliga í 2027.

– Útboð hevur verið av verkætlanini, og høvuðsarbeiðstakari er funnin. Landsverk fer at vera byggiharri á verkætlanini við ábyrgd yvirfyri Formansskapinum í Løgtinginum, ið umboðar ánaran Løgtingið, stendur í uppskotinum, sum ikki hevur verið sent til ummælis.

Sagt verður, at metti kostnaðurin av verkætlanini er umleið 34,2 mió kr. Harumframt eru longu nýttar umleið 3,5 mió. kr. í 2024 og 2025 til niðurtøku av glasi, nærri kanningar av bygninginum og til prosjektering av hesari verkætlanini at umvæla bygningin aftur.

– Tær 34,2 mió kr., sum skulu nýtast afturat, verða fíggjaðar á fíggjarlógini fyri 2026 og við einari átekning um, at ikki nýtt játtan kann flytast til 2027, um onkrir partar av verkætlanini ikki eru lidnir við árslok 2026, sæst í uppskotinu, sum formansskpurin í Løgtinginum hevur latið tinginum.

Í formansskapinum í Løgtinginum eru umframt løgtingsforkvinnuna Bjørt Samelsen úr Tjóðveldi, eisini Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum.