Russiski sendiharrin: Løgtingið setur avtaluna við Russland í vanda

Sendimaður Putins í Danmark hevur givið gætur, at summir tingmenn í Føroyum siga, at eingi prógv eru fyri, at russarar fremja ólógligt virksemi í Føroyum

Sendimaður Russlands í Keypmannahavn, Vladimir Barbin, hevur gjørt viðmerkingar til, at Løgtingið í gjár samtykti lóg, sum loyvir landsstýrinum at seta fleiri avmarkandi tiltøk í verk ímóti russiskum skipum. Hann hevur sínar viðermingar í russiska blaðnum »Izvestia«, sum russiska sendistovan í Keypmannahavn eisini hevur deilt á Facebook í morgun.

Har vísir Vladimir Barbin á, at samstarvið millum Russland og Føroyar fer í dag ígjøgnum eina trupla tíð.

– Avmarkingar eru settar á okkara fiskimenn. Í dag eru bert tey skip, sum eru við í avtalunu um sínámillum fiskiveiðiviðurskifti (galdandi síðani 1977), sum hava loyvi at koma inn í føroyskar havnir og fáa tænastur har. Men sjálvt í hesum førinum eru manningarnar á okkara skipum fyri mismuni, teimum er bannað at fara úr havnarøkinum, sigur russiski sendiharrin í Danmark.

Hann vísir á, at Aksel V. Johannesen løgmaður heldur fast við at enda samstarvið við Russland og at løgmaður sigur, at tað er alneyðugt at beina fyri bundinskapi av russiska marknaðinum.

– Í 2021 fóru 24% av føroyska útflutninginum til Russlands, í 2025 - 8% til Russlands, sigur hann.

– Í sínum tilgongdum til uttanríkispolitisk mál eru Føroyar stýrdar av NATO- og ES-ríkjunum og stremba eftir at føra ein líknandi politikk mótvegis Russlandi. 

– Í 2025 settu Evropeiska Samveldið og Noreg revsitiltøk í verk móti russiskum fiskivinnufyritøkum. Í hesum sambandi hevur Føroya Landsstýri kroyst ígjøgnum tingið eitt lógaruppskot, sum loyvir teimum at seta revsitiltøk í verk móti russiskum fyritøkum, skrivar Vlademir Barbin. 

 

##med2##

– Avgerðin varð ikki tikin einmælt. Mótstøðufólk móti slíkum broytingum vístu á, at tær vóru oyðileggjandi fyri búskapin í Føroyum, umframt at einki prógv varð lagt fram fyri, at russiskar fyritøkur vóru við í nøkrum øðrum virksemi enn fiskivinnu.

– Øll hesi punkt seta avtaluna um sínámillum fiskivinnuviðurskifti frá 1977 í vanda og kunnu føra til endaliga at forkoma teimum konstruktivu viðurskiftunum, sum hava ment seg millum Russland og Føroyar í nógv áratíggju, sigur russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin.

 

 

Russiski sendiharrin í Keypmannahavn, Vladimir Barbin, finst at avgerina hjá Løgtinginum at víðka tiltøkini ímóti russiskum fiskiskipum