Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 61 mál

51 av 66 innkomnum klaðum í fjør vórðu avgreiddar umframt 11 klagur, ið vóru komnair inn undanfarin ár.

 

51 av 66 innkomnum klaðum í fjør vórðu avgreiddar umframt 11 klagur, ið vóru komnair inn undanfarin ár.

 

Soleiðis síggja hagtølini hjá Løgtingsins Umboðsmanni út, nú ársfrágreiðingin fyri 2013 er handa formansskapinum í Løgtinginum.

 

Talið av klagum er nakað størri enn talið undanfarin ár. Av klagunum, sum eru móttiknar í 2013, vórðu 44 avvístar.

 

Í ársfrágreiðingini eru tríggjar greinar, sum viðgerða hesi evni: “Umboðsmaðurin fær fleiri heimildir á barnaøkinum”, “ At halda seg kenna” og  “Grundgevingar fyri at avvísa klagur.”

 

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum. Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis.

 

Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

 

Ársfrágreðinigin kann heintast VIÐ AT TRÝSTA HER