Gjáramorgunin lat Løgtingsskrivstovan upp í nýggjum hølum í E. Jalsgøtu.
Nýggja skrivstovan hevur fingið innivist í húsunum, har Dimmalætting áður var.
Løgtingsskrivstovan er avgreiðsluskrivstova hjá Løgtinginum, og hevur umsitingarliga arbeiðið hjá tinginum um hendi. Løgtingsskrivstovan er undir formansskapinum í tinginum.
Tilsamans arbeiða níggju starvsfólk á Løgtingsskrivstovuni, sum nú hevur umleið 400 fermetrar gólvvídd at virka í.