Løkke uppgivið at hækka pensjónsaldurin meira

Tað er ikki politiskur meiriluti fyri at hækka pensjónsaldurin í Damark meira, viðgongur forsætisráðharrin.

 

Danska stjórnin hevði eitt mál um at hækka pensjónsaldurin hjá fólkinum við einum hálvum ári, frá 67 til 67,5 ár. Kúvendningin hjá forsætisráðharranum kemur, tí hann staðfestir, at tað er ikki politiskur stuðul til ætlanirnar, upplýsir forsætisráðharrin.

 

Upp á 20 ár er livitíðin hja 60 ára gomlum monnum og kvinnu hækkaður við ávikavist 4,2 árum og 3,4 árum sambært Fíggjarmálaráðnum skrivar Jyllands-Posten.

 

– Í dag liva vit longri, enn vit roknaðu við, og samstundis vantar okkum tøkar hendur. Tí hevði tað verið skilagott at justerað semjuna fyri at skapa størri javna millum ættarliðini og tryggja framgongd og vælferð okkara.

 

– Tað er sera trupult at savna ein politiskan meiriluta fyri tí. Stjórnin hevur tí gjørt av at tær ætlanir, sum vit leggja fram um eina viku, ikki hava hendan partin við, sgiur Lars Løkke Rasmussen í einari skriftligari viðmerking.

 

Um eina viku leggur stjórnin fram sína 2025 ætlan. Har eru ætlanir um, hvussu fleiri røsk eldri fáa hug at verða longri á arbeiðsmarknaðinum, sigur Lars Løkke Rasmussen við DR.

 

Seinastu broytingar í pensjónslaldrinum vórðu gjørdar í 2006 og í 2011.

 

Størstu mótstøðuna ímóti at hækka pensjónsaldurin komu frá stuðulsflokkinum Danska Fólkaflokkinum og størsta andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum.

 

Longu í februar í ár gjørdi forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen og formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, greitt, at tey ikki stuðlaðu tankanum um at hækka pensjónsaldurin enn meira.

 

Ein vælnøgdur Kristian Thulesen Dahl sigur í kvøld, at hann heldur vil tosa um, hvussu eldri, sum hava hug, kunn verða longri á arbeiðsmarknaðinum.

 

– Vit hava nógv eldri, sum fegin vilja arbeiða longir, um tey verða spurd, sigur hann við TV2 News

 

Í morgin hittast Kristian Thulesen Dahl, Mette Frederiksen og Per Christensen, formður í fakfelagnum 3F til eitt tiltak í Cirkusbygninginum, har tey fara at kjakast um pensjónsaldurin.

/ritzau/