Amerikanska síðan málar eina skeiva mynd av tí, sum hendir í Grønlandi.
Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, eftir eykafund í uttanríkispolitisku nevndini í kvøld, har viðurskiftini við USA hava verið á skránni.
Hann nevnir millum annað, at ein mynd er málað av, at nógv russisk og kinesisk skip eru kring Grønland, og at Kina hevur stóra ávirkan gjøgnum íløgur.
– Vit deila ikki hesa myndina um, at Grønland er plástrað við kinesiskum íløgum, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Amerikanska síðan hevur eisini sett iva í evnini hjá Ríkisfelagsskapinum at ansa eftir Grønlandi, og ta myndina vísir Lars Løkke eisini aftur.
– Hendan støðan er grundað á eina skeiva lesing av tí, sum er upp og niður. Vit ansa eftir kongsríkinum, sigur hann og leggur afturat, at tað er ikki til gagns at "tosa tingini upp".
– Vit tæna ikki kongsríksins áhugamálum við at tosa hesi tingini víðari upp, sigur hann.
Fundurin í uttanríkispolitisku nevndini varð innkallaður, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtók ynskið um at fáa valdið á Grønlandi fyri amerikansku tjóðartrygdina.
– Hetta er sjálvandi ikki nakað, sum vit kunnu fylgja við, og tað hevur Grønland ongar ætlanir at fylgja við. Hetta er ein fast donsk støða. Vit krevja, at tað verður virt. Vit eru til reiðar at umrøða øll mál við amerikanarar, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Fyrr um kvøldið boðaði grønlendski landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, á Facebook frá, at Danmark og Grønland hava biðið um fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.
/Ritzau/











