Nú er greitt, at tað, sum ein myndamaður hjá Romerikes Blad fann við Langvannet í gjár, ikki var av einum menniskja. Maðurin helt, at hetta kundi vera hár av einum menniskja, men nú vísa kanningar, at talan var um ein hárkoll - ella ein parykk.
Tað veit norska løgreglan at siga í dag, og tað er eitt nú heimasíðan hjá dagbladet.no, sum ber hesi tíðindi.
Langvannet er vatnið beint við húsini, har hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, búðu - fram til hin 31. oktober í 2018, tá konan sporleyst hvarv úr heimi sínum.
- Tað, sum varð funnið við vatnið í gjár, vísir seg at stava frá einum hárkolli, skrivar løgregluleiðarin, Gjermund Hanssen, í einum telduposti til heimasíðuna í dag.
Løgregluleiðarin heldur ikki, at hárkollurin í løtuni kann knýtast til málið um Anne-Elisabeth Hagen, men hann fegnast um, at fólk, sum halda seg síggja ella hoyra okkurt, lata við seg koma.
- Vit eru framvegis áhugað í upplýsingum og tippum, og tí eru vit eisini fegin um, at sagt varð frá í hesum førinum, sigur løgregluleiðarin í telduposti við Dagbladet.
Tað var myndamaðurin hjá Romerikes Blad, Vidar Sandnes, sum fyrrapartin í gjár fann okkurt, ið líktist hári, við Langvannet.
Maður Anne-Elisaberh Hagen, Tom Hagen, er framvegis skuldsettur í málinum - fyri dráp ella viðvirkan til dráp, men miljarderurin sigur, at hann ongan leiklut hevur í, at kona hansara sporleyst er horvin.
Eftir at hava verið úti úr húsum sínum í nakrar mánaðir í fjør summar, meðan løgreglan enn einaferð kannaði húsini og umhvørvið kring húsini, slapp Tom Hagen heim aftur til sín sjálvs í fjør heyst, tí rætturin metti, at nú átti løgreglan at vera liðug við sínar kanningar.
Higartil hevur norska løgreglan ikki havt nóg mikið av prógvum ímóti miljarderinum til at varðhaldsfongsla mannin, og tískil situr hann heldur ikki fongslaður, men býr heima í húsum sínum í Lørenskog.
Norskir miðlar hava fleiri ferðir ført fram, at húsini hjá ríkmanshjúnunum er best kannaðu hús í Noregi yvirhøvur, og tað er her, metir løgreglan, at Anne-Elisabeth Hagen, møtti sínari lagnu.