Heimsbúskapurin er settur uppá prøva.
Vit hava hoyrt serfrøðingar, enntá frá tingsins røðarapalli siga, at spátt verður um ein oljuprís, ið ljóðar uppá 600 dollarar fyri tunnuna. Síðan verður víst á, at vit mugu regulera okkara fiskivinnu til hendan prísin. Somuleiðis vísa hesir serfrøðingar á, at vit í skundi mugu broyta samfelagið til hendan fiktiva veruleika.
Mítt logiska boð upp á oljuprísin er, at vit als ikki koma har til sum spátt verður. Oljuídnaðurin fellur eisini, um bert ein promillu partur av heiminum, hevur ráð til at gjalda fyri oljuna. Heimurin er allur sum hann er, knýttur saman í eina ketu. Um størsti parturin av heiminum ikki megnar at gjaldi fyri dýru oljuna, ja, so slitnar ketan, og so hava vit tað, ið nógv verri er enn 600 dollarar fyri tunnuna. Um prísurin kemur har til, eru tað heilt onnur viðurskifti, ið vit skulu fyrihalda okkum til.
Serfrøðin skyldar heiminum eina grundleggjandi frágreiðing uppá, hvar áleið hægstamark liggur fyri oljuprísin, ið flest fyritøkur og hartil flestu heimsborgarar kunnu liva við.
Eg meti, at vit koma at hava ein óstabilan oljuprís í komandi framtíð. Hvussu leingi kunnu vit bert gita um. Síðan fer oljuprísurin aftur niður á eina legu, har heimurin fær møguleika at tillaga seg til aðra orku enn oljuna. Fara vit at hyggja, hvar oljuídnaðurin ger íløgur í løtuni, so er tað sjónligt, at grøn orka er framtíðar inntøkan hjá nútíðar oljufeløgum. Tí meti eg, at sjokkherferðin er lukkast til fulnar hjá oljuídnaðinum.
Sjokkoljuprísurin, ið vit nú uppliva, er bert ein fiktivur veruleiki, ið vit ikki eiga at umbyggja samfelagið uppá við skundi. Vit eiga at halda hjólini malandi, og samstundis seta okkum skilagóð og langtíðar mál viðvíkjandi orkuni her heima. Heildar logikkur við øllum heimsins aspektum, eiga at vera grundarlag fyri framtíð okkara hesum viðv.
Fiskivinnu logikkur
Vit eiga at halda okkum til logikk, framum teoriir, ið hava víst sín skeivleika. Vit eiga ikki at lóggeva flotan á heysin. Vit eiga at fyrihalda okkum til ein heildarveruleika, og ikki pilka ósamsvarandi teoriir burturúr, ið passa best til eins egna veruleika. Hetta er um at syndrað okkara fiskivinnu. Lat okkum ikki leggja okkum á somu leið viðv. orkuspurninginum.
www.eydstein.fo < HYPERLINK "http://www.eydstein.fo" www.eydstein.fo>