Logos Hope má kanska rýma úr Føroyum

Logos Hope, sum er gamla Norrøna, noyðist nú kanska at fara undir fremmant flagg, tí tað er so dýrt at verða verandi undir føroyskum flaggi. Orsøkin er, at FAS-skipanin hevur bara tveir bólkar at skipum, nevniliga farmaskip og ferðamannaskip og Logos Hope er hvørki, tí tað er eitt trúðboðaraskip.

Karsten Hansen hevur nú spurt Johan Dahl um hann ætlar at taka nøkur stig fyri at forða fyri hesum, tí hann heldur, at Logos Hope er besta umboðið fyri føroyska flaggið, sum hugsast kann, tí skipið siglir í hvønn krók í heiminum við Merkinum á hekkuni.

Johan Dahl staðfestir, at arbeitt verður við einum altjóða sáttmála, sum setir ávís krøv til skip og sum helst kemur í gildi næsta ár.

Sáttmálin skal eisini setast í gildi í Føroyum, tí tað heldur hann verða sera týdningarmikið.

Men hann dugir ikki at siga, hvussu Logos Hope lýkur treytirnar í hesum sáttmálanum, men tað verður tórført hjá teimum skipum, sum ikki lúka treytirnar í sáttmálanum, at verða verandi undir FAS, tí tað ber ikki hjá okkum at gera undantøk.

Og eftir sum at arbeitt verður við málinum, fer landsstýrismaðurin ikki at taka nøkur serlig stig ímeðan tað arbeiðið er ígongd.

Men hann ætlaði at gera, tað hann kundi fyri at varðveita skipið undir føroyskum flaggi.

Í hesum sambandi er Sjóvinnustýrið í sambandi við Logos Hope um málið at vita um tað ikki finst ein loysn og hann hevur biðið um at verða kunnaður um gongdina.

Annars vóru tað tinglimir úr fleiri flokkum, sum heitti staðiliga á Johan Dahl um at arbeiða skjótt og bera so í bandi, at Logos Hope kann verða verandi undir føroyskum flaggi, tí vit eiga at vera stolt av at hava eitt skip, sum Logos Hope undir føroyskum flaggi.