Lokalpolitisk herferð í Norðlýsinum?

Í farnu viku varð Norðlýsið borið í hvørt hús. Vit, sum altíð við størsta áhuga fylgja við, hvussu gongst í Norðoyggjum, serliga hjá vinnulívinum, sóu beinanvegin, at talan var ikki um eitt vanligt Norðlýsi. Talan var um eitt propagandablað fyri leiðsluna í Klaksvíkar kommunu og nøkur sera snævurskygd, lokal sjónarmið.

Blaðið var samstundis í høvuðsheitum fíggjað av lýsingum frá kommununi og kommunalum stovnum og harvið ein avbera sjáldsom ávís. Seinni er so komið fram, at blaðið var eitt beinleiðis átak frá leiðsluni í Klaksvíkar býráð.
Eg skal ikki gera meira burturúr prinsippinum við slíkum blað, bert vísa á, at er tað soleiðis, mann vil branda lokalsamfelagið, so tænir ein slík landsfevnandi herferð átakinum til lítlan sóma, tí innihaldið er so lokalt, at Føroya fólk helst fær ta fatan, at fyri hesi finst eingin heimur uttan fyri lokalu ostaklokkuna í Klaksvík.

Útjaðaramenning?
Mesta skrivingin í hesum blað er ein uppgerð við høvuðsstaðin, hóast Havnin sum kommuna ella høvuðsstaður einki hevur við viðgjørdu málini at gera. Blaðið átalar ”almennum starvsfólkum og journalistum í Havn” (hóast mong av hesum eru klaksvíkingar og norðingar), og nú hava ”allir partar” í høvuðsstaðnum allierað seg í eini herferð móti øllum uttan fyri Havnina. Hetta er niðurstøðan eftir eitt fakligt álit, sum verður blankt avvíst, tí tað er skrivað av ”almennum starvsfólkum í Havn”.
Slík skriving er sera óheppin, tí tá høvuðsargumentið móti eini fakligari avgerð er, at tey, sum hava tikið hana, búgva í Havn, so kann úrslitið bara blíva runukast av tí mest primitiva slagnum.
Samfelagsliga høvuðsendamálið kann ikki vera at lívga ávísum økjum, men at vit sum samfelag fáa best møguligar tænastur fyri minst møguligar skattakrónur – altso at vit taka samfelagsbúskaparlig og faklig atlit. Í einum burðardyggum regionalpolitikki eigur endamálið at vera at leggja aftrat verandi heldur enn at taða sundur fyri at taða sundur uttan atlit til dygd fyri samfelagið alt. Men tað er nóg trupult at hava dygdartænastur í einum fáfólkaðum landi sum okkara sum er, men at hava dupult og trýdupult av øllum er ógjørligt og hevur einki við útjaðaramenning at gera.

Útjavning?
Ein afturvendandi pástandur, hesaferð í oddagreinini, er, at útjaðaraøkini vikna, ”tí tey gjalda alt ov nógv til tað kostnaðarmikla høvuðsstaðarøkið”. Tað er, sum at hesin pástandur á ein ella annan hátt heldur lív í runukastingini. Pástandurin er bara ikki sannur og ongar kanningar stuðla hesum uppáhaldi. Eitt ”argument” skal vera, at almenn størv eru fólksins ogn og tí ein pulja, býtast skal javnt av desentralt. Tí hava vit einki ímóti, um býtið er neyðugt og rættvíst. Men so mugu vit býta fiskiríkidømið eftir somu prinsippum. Eg ivist, um tað kravið hevði verið so væl móttikið.
Vit vita samstundis, at fleirtalið av ungdóminum vil útbúgva seg í høvuðsstaðnum. Útbúgvingarliga kappast vit ikki við Klaksvíkina, men við útlandið. Vit vita frá kanningum, at yvir sjeyti prosent av teimum, sum lesa uttanlands, men ætla sær heimaftur, ynskja at búgva í Havn. Vit eiga tí at gera okkara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey sum kunnu hugsast at búseta seg her. Í hesum arbeiði skal høvuðsstaðurin ikki kappast við Klaksvíkina. Høvuðsstaðurin skal hinvegin tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metropolarnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey komandi ættarliðini.

Høvuðsstaðurin á odda
Vit eiga øll høvuðsstaðin. Hann eigur avgerandi leiklutin at ganga á odda í vinnuligu, búskaparligu, mentanarligu og sosialu menningini í Føroyum, og hann tænir øllum føroyingum. Vit vilja tí eisini samstarva við landspolitikkarar, aðrar kommunur og allar føroyingar um at menna samfelagið.
Ágangurin á Havnina vísir okkum fyrst og fremst, at mong als ikki hava skilt boðskapin um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroyum tað gott. Er ikki framgongd og vøkstur í Havnini, so er afturgongd í Føroyum.
Skulu Føroyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kapping eftir vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlanum sprotnar úr lokalum ørvitiskapi, sum fyri samfelagið kosta tað tvífalda og tvingar okkara ungu fólk av landinum at nema sær útbúgvingar. Og tað sum verri er, eftir lokna útbúgving er torført at fáa nøktandi fakligar avbjóðingar, tí hesar finnast í lítlan mun í smáum desentralum eindum.