London túrurin góða undirtøku higartil

Yvir 400 fólk hava bílagt sær ferðaseðil við Norrønu til London á páskum. Smyril Line vónar at undirtøkan verður tann sama í ár sum í fjør, tá yvir 600 fólk vóru við Norrønu í London

Mánadagin tann 2. mars er freistin sett at gjalda bílagda frðaseðilin við Norrønu til London, men fyri tað er einki til hindurs fyri at bíleggja sær ein páskatúr við Norrønu, so leingi pláss er umborð.

Smyril Line hevur sett nøsina upp móti at selja 650 ferðaseðlar, og sum gongdin hevur verið higartil, er undirtøkan góð. Longu nú hava yvir 400 fólk bílagt sær pláss við Norrønu, og av Smyril Line verður sagt, at hetta er nakað tað sama sum í fjør. Í fjør vóru yvir 600 fólk við Norrønu á páskatúrinum í London, og sum skilst var hetta ein frálíkur túrur.


Útferðir í London

Farið verður úr Føroyum 4. apríl og komið verður til London 6. apríl og longu sama dag er gjørligt at gera útferðir. London City Tour nevnist fyrsti túrurin, har farið verður við bussi gjøgnum tann søguliga partin av London. M.a. verður koyrt fram við St. Pauls Cathedral, har prins Charles og Lady Diana vórðu vígd.

Týsdagin 7. apríl eru eisini fleiri útferðir, har m.a. verður vitjað á stórfingnu glæstriborgini Hampton Palace, og seinni á degnum eru nøkur atgongumerki at fáa til musicalin Buddy sum er sangleikur um lívið hjá rock?n?roll sangaranum Buddy Holly, sum doyði bert 21 ára gamal.

Og mikudagin tann 8. apríl verður skipað fyri tveimum sera áhugaverdum túrum, Wembley Tour og Rock Tour. Vitjað verður á Rock Circus, har voksstandmyndir eru at síggja av fleiri heimskendum rockstjørnum so sum Michael Jackson, Bruce Springsteen, Madonna o.ø. Og um kvøldið verður farið á Cockney Club, har perluskrýddar drotningar og kongar og onnur skemtiliga klødd eru til staðar og undirhalda.


Fótbóltsdystir

Umframt alt hetta, sum nevnt er, verður eisini skipað fyri túrum, har vitjað verður á BBC, Theatreland, Madame Tussauds og Covent Garden Market, Ivory House, har Henry VIII býður vælkomin, og musicalin Grease, sum tey flestu longu hava sæð á filmi.

Men leygardagin tann 11. apríl er møguleiki hjá teimum, sum hava áhuga at síggja enskan fótbólt, antin at vitja Saleshurst Park ella Highbury Park. Smyril Line hevur fingið nøkur atgongumerki til dystirnar Westham-Derby og Arsenal-Newcastle.

Og sama dag verður farið úr London og ferðin endar í Føroyum aftur 13. apríl, annan páskadag.