Álop á Tripoli

Bæði Ritzau og Reuters boða frá spreingingum í høvuðsstaðnum í Libyen, Tripoli, og frá antiluft skjóting frá herdeildum hjá Gaddafi. Tað er CNN korrespondenturin, Nic Robertson í Tripoli, sum sigur, at ávaringarlúrar og antiluft skjótingar hoyrast í býnum.

No-fly-sonurnar eru ikki upprættaðar, sigur hann.

Sambært korrespondentinum verður skotið frá umráðnum kring slottið hjá Gaddafi.

Libyskt SV váttar sambært AP, at høvuðsstaðurin í Libyen verður álopin av samtakinum.

Ein talsmaður hjá stjórnini hevur sambært Reuters sagt, at fleiri hava mist lívið, eftir at havnir og floghavnir í býnum Sirte eru álopnar. Sambært talsmanninum er býurin Sebha, sum stendur Gaddafi nær, eisini er álopin, skriva donsk bløð.