Álopið á Azizabad kostaði 60 børnum lívið

ST sigur seg hava fingið prógv fyri, at eitt loftálop á eina afghanska bygd seinasta fríggjadag kostaði 90 sivilfólkum lívi. Tey flestu vóru børn

Tey fyrstu tíðindini um álopið komu frá afghonskum keldum, og tá ljóðaði, at 78 sivilfólk vóru deyð í álopinum, sum flogfør undir amerikanskari leiðslu gjørdu á bygdina Azizabad, sum er í Herat-landspartinum. Tær afghonsku keldurnar vildu vera við, at millum tey deyðu vóru 50 børn.

Síðani hevur ST kannað málið, og í einari frágreiðing skrivar norski ST-sendimaðurin í Afghanistan, Kai Eide, at ST hevur fingið prógv fyri, at álopið kostaði umleið 90 sivilfólkum lívið. Hann skrivar eisini, at talan var um umleið 60 børn, 15 kvinnur og 15 menn.

Sambært Aftenposten skrivar Kai Eide í sínum viðmerkingum til frágreiðingina, at álop sum tað á Azizabad fáa afghanska fólkið at missa álitið á teimum útlendsku herdeildunum í landinum, og tey hava tí heldur ikki álit á teimum, sum siga seg virka fyri at endurreisa lóg og landaskil, skrivar hann.

Útlendska herleiðslan í Afghanistan segði seg í gjár hava fingið vissu fyri, at fimm sivilfólk og 30 uppreistrarmenn høvdu latið lív í álopinum. Samstundis hevur amerikanska herleiðslan í Afghanistan sagt, at endamálið við álopinum var at beina fyri einum uppreistrarleiðara, og at tað eydnaðist.