Neyðin er stór kring heimin og Reyði Krossur Føroya er við í fleiri hjálpartiltøkum.
Leygardagin 10. januar kl. 10-14.30 fer Reyði Krossur at hava loppumarknað til frama fyri hjálpararbeiði, marknaðurin verður í húsum felagsins í Vágsbotni í Havn. Reyði Krossur hevur roynt hetta 3 ferðir og undirtøkan hevur verið góð. Ætlanin er at hava hetta tiltak nakrar ferðir um árið og næstu ferð verður leygardagin 6. februar.
Tikið verður móti smálutum fríggjadagin kl. 17-19.