Lortaspann frá Karsten

Vit kunnu bara (ill)gita um motivið, nú landsstýrismaðurin vil oysa lortaspannir yvir serlæknan innan giktasjúkur. Mest av øllum líkist hetta eini óhugnaligari valdsgreði, har landsstýrismaðurin vil detailstýra serviðgerðum innan sjúkrahúsverkið

 

Sambært giktafelagnum, so eru vit eini 1.500 fólk her á landi, sum hava tørv á giktaviðgerð.

Tað var eitt risastórt framstig, tá Pero Sore varð settur í starv sum giktalækni. Síðani Elin Mørkøre gavst, var støðan í fleiri ár, at útlendskir vikarar vitjaðu her heima nakrar ferðir um árið, og tað gav ótolandi umstøður fyri tey mongu, sum hava tørv á hesi viðgerð. Bíðilistarnir bara øktust, og vikar-líknandi setunarviðurskiftini bóru við sær, at sjúklingurin fyri tað nógva fekk ein slutur fyri ein slatur, ístaðin fyri at hava ein lækna, sum hevði stundir at seta seg inn í viðurskiftini hjá einstaka sjúklinginum.

Allir trupulleikar vórðu sjálvandi ikki loystir, tá giktalækni aftur var í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum. Ein “trupulleiki” varð, at nýggjur og dýrur heilivágur nú varð útskrivaður í stórum mongdum. Fyri okkum, sum hava gikt, hevur talan verið um framstig, sum hevur givið eina munandi hægri lívsgóðsku. Fyri landskassan hevur vinningurin kanska verið minni eyðsýniligur, og øktu útreiðslurnar til heilivág hava verið ein stórur trupulleiki hjá bæði sjúkrahúsleiðslu og landsstýrisfólkum. Hinvegin er eingin sum helst ivi um, at hetta eisini gagnar samfelagnum, tá virkisføra tíðarskeiðið hjá heilt nógvum øktust við eini 20-30 árum. Men tá er talan sjálvandi um annan kassa, og tosa vit her um fyrimunir, sum ikki kunnu brúkast stórvegis í suboptimerandi hugsunarháttinum hjá ymsu landstýrismonnunum.

Ein annar – og munandi størri – trupulleiki var, at tað skjótt stóð greitt, at arbeiðsbyrðan var nógv meira, enn tað, sum ein einsamallur serlækni kundi lyfta.

Ein blanding av landafrøði og arbeiðsbyrðu bera við sær, at Føroyar mugu roknast sum heimsmeistarar, tá talan er um títtleika av giktasjúkum. Og tað eru longu fleiri ár síðani, at verandi giktalæknin gjørdi vart við, at arbeiðsumstøðurnar ikki vóru nøktandi. Ein fyribils loysn varð funnin, tá Pero fekk møguleikan at reka privata praksis uttan fyri vanliga arbeiðstíð, men sjálvandi er hetta ikki nøkur nøktandi støða. Einaminst fyri læknan sjálvan, sum eisini hevði fingið fatur á útlendskum serlækna, sum kundi koma afturat á økinum. Við tveimum serlæknum hevði tørvurin á privatari praksis verið munandi minni, sjúklingarnir høvdu fingið størri trygd, og arbeiðstrýstið á nú einsamalla læknan hevði verið munandi minni.

Karsten Hansen hevur tó eina heilt aðra loysn á trupulleikanum. Ikki veit eg, um sheriffurin úr Klaksvík hevur serstaka læknaligar førleikar, men eftir øllum at døma vil hann hann detailstýra serviðgerðum innan (ikki bara) giktasjúkur.

Tað hoyrist fyri vist, at landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at heilivágurin av tí dýrara slagnum ikki longur skal útskrivast. Eini boð, sum serlæknin tó ikki vil akta, tí hann sær tað tíbetur sum sína uppgávu at geva sjúklingunum best møguligu viðgerðina.

Og sunnudagin slapp hann so aftur at oysa eina lortaspann yvir serlæknan. Í bestu senditíð kundi upplýsast, hvussu nógvar hundraðtúsundtals krónur serlæknin fekk fyri hansara privatu praksis. Ikki varð eitt orð nevnt um, at Pero Sore í áravís hevur stríðst fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum, so tað ikki er neyðugt við privatari praksis. Ikki eitt orð um, at serviðgerðin einans er til, tí tað eru hundraðtals føroyingar, sum annars vildu livað við eini munandi lægri lívsgóðsku. Og ikki eitt orð um, at populistiska samgonguskjalið millum annað hevur sum endamál at minka um bítíðina til serviðgerðir.

Nei – heldur kundi landsstýrismaðurin errin siga, at hann nú hevði sett eina kanning í verk, har endamálið er at geva landsstýrismanninum møguleika at stýra talið av serviðgerðum.

Heilt erligt! Hvussu man Karsten Hansen ætla sær at stýra hesum. Skal hann kanska gjøgnumganga sjúklingajournalir og soleiðis gera av, hvør hevur tørv á viðgerð, tá bíðilistin á Landssjúkrahúsinum er ov langur. Vil hann detailstýra sjálvari viðgerðini, so hann kann medisinera sjúklingarnar og kanska eisini gera av, hvussu nógva tíð læknin skal brúka til einstaka sjúklingin. Ella hevur hann kanska onkran gudgivnan framferðarhátt, sum enn ikki er runnin til hugs hjá nøkrum av øllum heimsins reumatologum?

Ein deildarleiðari segði á sinni um Landssjúkrahúsið, at hetta var eitt sjúkt hús. Eg havi ikki førleikar at meta um rættleikan í hesi útsøgn. Men tað er í øllum førum sjúkutekin, tá ein landsstýrismaður ferð eftir ferð púrasta ósmæðin neyðtekur ta servitan og –kunnleika, sum hann er settur at tæna.