Hetta verður eitt valár, har Føroyar fara at standa á einum vegamóti.
Tað staðfesti Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, nú hann setti flokstingið hjá flokkinum fyri eini løtu síðani. Og vegamótið hann tosar er, er spurningurin um okkara tilfeingi.
Nú skulu vit taka spurningin til um náttúrutilfeingi skal gevast vinum og kenningum, ella um tað framhaldandi skal vera fólksins ogn. Her hugsar hann bæði um tilfeingi á sjónum, og um dal og fjøll á landi, sum hann málbar seg. Hann hugsar eisini um forskattingina av pensjónum.
- Skulu vit geva framtíðini hesar pengarnar aftur, spyr hann og rør sostatt fram undir um forskattingin skal takast av.
Formaðurin í aðalstjórnini nevndi eisini samgongumøguleikar eftir valið.
- Vit verða at kalla trýst at renna aftan á Javnaðarflokkinum, men tað skulu vit ikki hugsa um, tí vit skulu fyrst og fremst hugsa um okkara hugsjónir.
Petur í Gong vísir eisini aftur, at loysingin ikki fær nakran týdning í hesum valstríðnum.
- Loysing verður høvuðsmálið, tí vit eru ikki bara ein sosialdemokratiskur flokkur afturat á tingi, staðfestir hann.
- Tað er loysing sum savnar okkum og sum er fortreytin fyri ábyrgd og skilvísi, og øllum øðrum.
- Tí er tað natúrligt, at loysing skal á breddan, skulu vit vera við, og tað má vera loysingarmálið, sum fyrst og fremst ger av, hvønn vit samstarva við í politikki, sigur Petur í Gong.
Men at avskriva flokkar frammaundan, heldur hann ikki er skilagott. Men hann heldur kortini, at tað er ein sjálvfylgja, at vit samstarva ikki við Sambandsflokkin, sum hevur verið grundarlagið undir førda politikkinum seinastu árini.