- Skulu Føroyar loysa frá Danmark, skal tað fyrst samtykkjast av tveimum fylgjandi løgtingum.
Og síðani skal tað eisini samtykkjast á eini fólkaatkvøðu
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Í yvir 10 ár hava politikarar roynt at finna semju um eina nýggja, føroyska stjórnarskipan.
Enn hevur tað ikki eydnast.
Men nú heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, at arbeiðið at gera eina nýggja føroyska stjórnarskipan, eigur at verða tikið uppaftur og gjørt liðugt.
Staðfesta ríkisfelagsskapin
Men formaður Sambandsfloksins hevur eisini eina púra greiða fatan av, hvat endamálið við eini nýggjari, føroyskari stjórnarskipan skal vera.
- Hendan nýggja stjórnarskipanin skal staðfesta ríkisrættarligu støðu okkara, sigur hann.
Samstundis sigur hann, at ein staðfesting í eini nýggjari stjórnarskipan kann vera, at tað skal ikki bera til at loysa, fyrrenn tvey fylgjandi Løgting hava samtykt tað.
Harafturat skal loysingin góðkennast á eiini fólkaatkvøðu, sigur Løgmaður
Ein slík fólkaatkvøða skal verða millum eitt hálvt og eitt ár eftir eina løgtingssamtykt.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta skal forða fyri, at ein stuttskygd avgerð verður brúkt sum grundarlag fyri loysing.
- Soleiðis kunnu vit, við hesi nýggju stjórnarskipanini, staðfesta, at vit eru javnbjóðis lond í ríkisfelagsskapinum, og at ein einsa¬møll løgtingssamtykt, ikki skal kunna føra til loysing, sigur formaður Sambandsfloksins.
Hann heldur, at henda nýggja stjórnarskipanarlógin skal koma í staðin fyri stýrisskipanarlógina vit hava.
- Tí skal hon vera á sama rættarstigi sum hendan. Tað merkir, at hon skal virða grundlóg og heimastýrislóg, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
LES EISINI GREININA: Fiskiskip og virki skulu miðsavnast í 4-5 feløg
LES EISINI GREININA: Vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi