Loyvið samkyndum at giftast

– Hjúnabandslógin skal broytast, so øll kunnu gift­ast. Men fólka­kirkj­an og sam­kom­ur skulu ikki á­leggj­ast at víga sam­kynd, sig­ur fel­ag­ið hjá sam­kynd­um í Føroyum

»Sig ja til kærleikan«. Und­ir hesi yv­ir­skrift vísir fel­ag­ið fyri sam­kynd í Før­oy­um, LGBT, at vit á løg­tings­val­i­num kom­andi hava møg­u­leika at skapa ein­ar Før­oy­ar, ið rúma øll­um før­oy­ing­um og sum gev­ur øll­um javn­bjóð­is rætt­indi.
Felagið heldur, at eitt stórt fet á leið­ini er at dag­føra hjún­a­bands­lóg­ina, so­leið­is at sam­kynd par­løg verða javn­sett við hins­kynd par­løg.

– Vit í LGBT Føroyar ynskja ikki ser­lóg­ir ella ser­rætt­indi, sum eitt nú lóg­ina um skrá­sett par­lag, ið flest okk­ara grann­a­lond nú eru far­in burt­ur­frá. Vit ynskja at ger­ast part­ur av tí lóg­gávu, ið er á øki­num, og at fáa sama rætt sum all­ir aðrir før­oy­ing­a­r. Ein dag­førd hjúna­bands­lóg, sum rúm­ar bæði sam­kynd­um og hins­kynd­um vís­ir, at vit sum sam­fel­ag eru tol­lynt, rúm­l­ig, virða mann­a­rætt­indi, og at vit javn­seta all­ar borg­ar­ar í Før­oy­um, sig­ur Bjarni Lisberg, sum er tals­mað­ur hjá LGBT Før­oy­ar.

Fel­ag­ið vís­ir á, at sjálv lóg­ar­broyt­ing­in ­er ei­n­f­øld at fremja. Ein­asta broyt­ing sum ger­ast skal, er at stað­festa í hjú­n­a­bands­lóg­ini, at hjún­­­a­band er millum tveir per­s­ónar. Við hesum er hjún­a­­band antin millum mann og mann, kvinnu og kvinnu ella mann og kvinnu. Nógv lond hava longu framt hesa lóg­ar­broyt­ing, eitt nú Norra, Ísland, Svør­ríki, Kan­ada, Spania, Hol­land, Belgia, Portugal, Arg­en­tina, Suð­ur­af­r­ika og fleiri amerikanskir stat­ir. Nýggja danska stjórnin hev­ur eisini stungið út í korti at dag­føra lógina í Danmark. Lóg­ar­broyt­ing­in fer ikki at áleggja fólkakirkjuni ella sam­komum at víga sam­kynd, hetta verður ein spurn­ing­ur, sum fólkakirkjan og trú­ar­sam­fel­øg­ini sjálvi skulu sleppa at avgera.

– Á løgtingsvalinum í ár, hava vit møguleika at velja pol­i­tik­arar, sum siga ja til fjøl­b­roytni, ja til javnrætt og ja til kær­leik­an, sigur Bjarni Lis­berg.

Hann sigur, at seinni í mán­að­i­num fer LGBT Før­oy­ar at varpa ljós á teir flokk­ar og tey valevni, sum vilja einar rúmligari Føroyar. Eis­ini fer rørslan at skipa fyri politiskum valfundi og øðr­um tiltøkum, ið varpa ljós á ynski okkara um javn­rætt­indi í Før­oyum.