Um tú fert á konsert við heimskendu Ettu Cameron, tá ið hon kemur til Føroya í mars, ert tú beinleiðis við til at byggja hús til flóttafólk og heimleys í Congo. Tað er altjóð hjálparfelagsskapurin Adra, ið skipar fyri.
-Tað kostar einans 3200 krónur per hús, ið eru eini 40 fermetrar til støddar. Vit høvdu sama tiltak í Burundi í fjør, og tað var nærmast kapping um húsini, sigur Lotte Holmen, ið starvast hjá Adra í Danmark.
Etta Cameron stuðlar ofta teimum veikastu gjøgnum sín sang, og letur við gleði allan ágóðan av konsertunum í Føroyum til Adra. Konsertirnar, ið verða í mars, verða tvær í tali, onnur í Fuglafirði og hin í Tórshavn.