12. mai 2019 stovnaðu hjúnini Svein Rógvi Ljósstein Nielsen og Annika Karlsdóttir Ljósstein Facebook bólkin »4 plastic per day«. Endamálið við bólkinum var at varpa ljós á dáking í føroysku náttúruni við at luta mynd av burturkasti, sum ein hevur heintað. Bólkurin hevur í dag 9265 limir.
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen greiðir frá, at hugskotið til bólkin var sera spontant. Hann og Annika búgva beint oman til sjóvarmálan í Klaksvík, og tey síggja dagliga nógv plastikk og rusk annars í náttúruni.
– Vit síggja, hvussu stórur tørvur tað er á, at okkurt verður gjørt beinaveg, og hvussu vit øll mugu broyta hugburð hesum viðvíkjandi, staðfestir hann.
Ein sunnumorgun sótu Svein Rógvi og Annika og hugdu út á Vágna í Klaksvík.
– Tá fingu vit nokk og fóru oman at rudda. Meðan vit rudda, fáa vit hugskotið til at stovna bólkin og at fáa fleiri við upp á hugskotið at heinta fýra plastikk upp um dagin og koyra tað í rusk. Valið fall tilvildarliga á fýra plastikk, tí tað var ítøkiligt og lætt at klára í gerandisdegnum, sigur hann.
– Bólkurin varð settur á stovn fyri 16 mánaðum síðani, og áhugin var stórur fyrstu tríggjar mánaðirnar, og tað vóru mong, sum fóru at rudda plastikk. Tað er langt síðani, eg havi sæð Klaksvíkina so reina, sum júst tá, greiðir hann frá.
Føroyingar dálka
– Men síðani fór koronufarsóttin at gera um seg, og tað hevði við sær, at ferðafólkatalið minkaði munandi í ár samanborið við í fjør, og hóast eingi ferðafólk vóru í landinum, var øgiliga nógv plastikk allastaðni. Tað eru tí óivað serliga føroyingar, sum órudda og dálka føroysku náttúruna, sigur hann.
Hann heldur ikki, at hugburðurin hjá okkum føroyingum til plastikk og annað órudd í náttúruni er nóg góður, og hóast hann er broyttur nakað seinastu árini, er hann als ikki broyttur nóg nógv.
– Tað sær man, tá man hyggur eftir tí, sum liggur í náttúruni, sigur hann og leggur aftrat, at tað mestan mun er talan um sigarettstubbar, plastikkposar, súgvirør, eingangsplastikk, snúsdósir og annað, sum man lættliga kann fara í ruskílatið ístaðin. Við sjóvarmálan eru ofta ketsjupp dunkar, mjólkapakkar og aðrar gerandisvørur inn á sjóvarmálan. Tað gevur illgruna um, at tað verður blakað fyri borð á skipum.
– Har hava vit til dømis onga lóg, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum eisini vónar, at Facebook bólkurin eisini verður broyttur á tann hátt, at hann fer at leggja størri trýst á myndugleikarnar.
– Vit eru eitt lítið oyggjasamfelag, og vit eru ikki góð við náttúruna, staðfestir hann bersøgin.
Vilja trýsta politikarar
Svein Rógvi og Annika høvdu ikki væntað, tá tey settu bólkin á stovn, at hann fór at fáa so nógv uppmerksemi og so stóra undirtøku.
– Vit settu hann á stovn, tí óruddið var eitt forargilsi hjá okkum, men hini mugu eisini hava hildið, at náttúran trongdi til eina hjálpandi hond, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen.
Seinastu mánaðirnar hevur virksemið á bólkinum ikki verið so nógv, sum tað var í fyrstuni, hóast myndir av heintaðum ruski verða lutaðar fleiri ferðir um vikuna.
– Virksemið er minkað við tíðini, men ætlanin er eisini at broyta bólkin, so hann ikki bert fer at snúgva seg um at luta myndir av ruski men eisini verður sum eitt trýst á politikarar fyri at fáa gongd á umhvørvislógir, sigur stovnarin.
– Tó er tað umráðandi fyri meg, at alt virksemi í bólkinum verður gjørt við einum positivum hugburði. Føroyingar eru skjótir til at halda, at okkurt er grenj, um man ger um seg á onkrum øki. Hetta skal als ikki verða grenj, hetta skal verða ein upplýsandi bólkur fyri øll, eisini fyri politikarar, har vit samskifta við einum positivum tóna, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum eisini vónar, at politikarar fylgja við og síggja, hvørjar myndir verða lutaðar og hvørji evni verða tikin upp.