Lyfti Sandoynna

Á Sandoy Seafood er nógv fiskaarbeiði, og virkið hevur keypt nógv meira fisk í ár enn í fjør.

Seinastu vikuna hava tríggir trolarar landað á Sandi.

 

Fyrst í nítiárunum, tá ið samfelagskreppan legði sína køldu hond yvir føroyska samfelagið, vóru flakavirkini í Sandoynni millum tey mongu, sum bukkaðu undir. Men í dag er vent í holuni. Fyri fýra árum síðan lótu virkini uppaftur undir navninum, Sandoy Seafood, og árini síðan hava meira enn 100 fólk verið til arbeiðis á virkjunum á Sandi og í Skopun. Tá ið fólk tjena pengar, kemur meira í kommunukassarnar, og meira verður keypt. Tað lítla bygdasamfelagið fer aftur at blóma. Og soleiðis hevur verið í Sandoynni seinastu árini. Sandoyggin er lyft upp úr aftur aldudalinum, og svartskygni er vent til bjartskygni.



Arbeiða hvønn dag


Jóan Petur Vest sigur, at tey 110-120 fólkini, sum starvast hjá Sandoy Seafood á Sandi og í Skopun, hava úr at gera, og soleiðis hevur verið alt hetta árið. Samlaðu ráfiskanøgdirnar í ár eru eisini munandi størri enn seinasta ár.

ÁSandi arbeiða tey saltfisk, og í Skopun verður fiskurin skorin til flak. Eini 40-50 fólk eru til arbeiðis á Sandi og eini 70 í Skopun. Allur fiskurin, sum Sandoy Seafood keypir um bryggjukantin, verður landaður á Sandi. Fiskurin, sum felagið keypir á uppboðssølu, kemur í bili um Skopunarfjørð.

- Toskurin, tann stóri upsin og nakað av longu verður saltað á Sandi, meðan restin verður skorin til flak í Skopun. Virkið á Sandi er eitt saltfiskavirki burtur av.

Jóan Petur sigur, at Sandoy Seafood serliga hevur lagt seg eftir at keypa tosk, upsa, hýsu og longu.

- Hava skipini onnur fiskasløg, eitt nú kongafisk og havtasku, selja skipini tey til onnur virki. Eru nøgdirnar smáar, kemur fyri, at vit keypa og selja fiskin víðari til aðrar.

Hann sigur, at best hevur loyst seg at saltað toskin, meðan upsin hevur verið eitt ískoyti, men toskurin er dýrur at keypa, so marginalarnir eru smáir.



Tríggir trolarar

seinastu vikuna


Seinastu vikuna hava tríggir trolarar landað á Sandi.

Kolumbus og Nornagestur vóru inni mánadagin við 140.000 pundum tilsamans, og hósdagin í síðstu viku var Eysturbúgvin inni við 200.000 pundum. Meginparturin av veiðini hjá Kolumbusi og Nornagesti var upsi. Teir høvdu eisini nøkur tons av kongafiski og havtasku, sum aðrir keyptu. Tað nógva av veiðini hjá Eysturbúgvanum var eisini upsi. Sum skilst, fiska trolararnir ikki nógvan tosk í løtuni.

Spurdur, um tey vænta nakað skip aftrat hesa vikuna, sigur Jóan Petur, at Eysturbúgvin kemur innaftur ein av fyrstu døgunum, helst seinni í hesi vikuni.

Sandoy Seafood keypir veiðina hjá Kolumbusi, Nornagesti og Eysturbúgvanum at kalla hvørja ferð, men hetta er í kapping við onnur virki.

- Umframt tær nøgdir, vit keypa um bryggjukantin, keypa vit eisini nógvan fisk á uppboðssølu, og í seinastuni hevur tað serliga verið upsi. Hetta ger, at vit kunnu arbeiða hvønn dag, bæði á Sandi og í Skopun. Er onkur hendinga dagur, har einki er at flekja á Sandi, verður pakkað, sigur Jóan Petur.



Viðrar illa

hjá útróðrinum


Nakað av útróðri er á Sandi, og sum skilst, fáa bátarnir eitt sindur av fiski, tá tað viðrar. Men hetta er ring ársins tíð til veður, og veðrið má ráða sær.

- Einir 2-3 bátar royna við línu og nakrir við snellu. Teir hava fingið toluligt, tá ið teir hava verið úti. Men tað viðrar illa, og ringt er í sjónum. Vit keypa allan útróðrarfiskin hjá bátunum á Sandi, sigur Jóan Petur Vest at enda.

Stjóri á Sandoy Seafood er tvørámaðurin, Magnus Jespersen og virkisleiðari er Martin Olsen úr Havn. Martin er virkisleiðari bæði í Skopun og á Sandi.