Um vikuskiftið fer køld luft við vátaslettingi og kavaælum framhaldandi at streyma inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri. Í komandi viku nærkast lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg Føroyum av útsynningi og týsdagin verður vátari, mildari og meiri vindur.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av landnyrðingi. Samdrigið og sum frá líður okkurt ælið, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina frost í støðum.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Kavaæl, men onkrir sólglottar. Hitin millum 1 kuldastig og 2 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og frostmarkið.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av norðri, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sól í støðum. Hitin um 3 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Sum frá líður skýggjað og um náttina regn. Hitin millum 3 og 6 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, um 22 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í, men okkurt ælið. Hitin um 7 stig. Uum náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av úsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og heglingur og hitin millum 3 og 5 stig. Um kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælingur av og á og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin snarar í ein útnyrðing og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður av og á. Hitin um 4 stig, um náttina niður í frostmarkið og frost í støðum.