Lykketoft er tann stóri syndarin

Tv Avísin hjá Danmarks Radio visti klokkan 21 hóskvøldið at siga, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, fær harðar ákoyringar í frágreiðingini frá bankakanningini, sum ikki kemur út fyrr enn um eitt knapt samdøgur

Longu umleið eitt samdøgur áðrenn bankakanningin verður almannakunngjørd, veit TV Avísin hjá Danmarks Radio at siga, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, stendur fyri skotum.

Sambært Danmarks Radio, hevur Mogens Lykketoft í apríl mánaða 1993 heitt á Ejgil Mølgaard, stjóra í Fíggjareftirlitinum um at skunda sær spakuliga.

Og júst Fíggjareftirlitið hevur rættiliga staðið fyri skotum og verið lagt undir at havt alt ov tætt samband við Den Danske Bank.

Í somu sending gramdi Johannes Martin Olsen, fólkatingslimur, seg um, at tað var ikki rætt, at frágreiðingin varð almannakunngjørd í fríggjadagin, sama dag, sum hon verður flogin til Føroya.

Johannes Martin Olsen segði seg óttast, at veðurlíkindini fóru at gera, at flogfarið kanska ikki fekk lent í Vágum. Og so fingu danir eitt heilt samdøgur meira at lesa frágreiðingina í, enn føroyingar, segði Johannes Martin Olsen.

Eisini hevur verið nakað av misljóði um, at stjórnin fær kanningina longu klokkan átta fríggjamorgunin.

Men tað fær Edmund Joensen, løgmaður, sambært danska sjónvarpinum, eisini.

Og er tað rætt, er í hvussu er eitt eintak av frágreiðingini longu komið til Føroya.