Einskiljing
? Tænastan til útjaðaran má ikki gerast verri.
Tað sigur Hendrik Old, løgtingsmaður úr Suðuroy, nú røddir eru frammi um at einskilja farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni.
À fíggjarlógini fyri næsta ár, hevur Landsstýrið ætlað at selt bilar hjá Strandferðsluni fyri 15 milliónir krónur.
Hendrik Old er ógvuliga eymur um farmaleiðirnar og hann hevur meiri enn einaferð nevnt Farmaleiðirnar fyri lívæðrina hjá útjaðaranum í Føroyum.
Og hann sigur, at skal pilkast við tær, skal tað gerast við størsta varsemi.
? Vit fáa ongantíð farmaflutningin til újaðaran at kasta nakað av sær. Tí mugu vit hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit einskilja farmaleiðirnar.
? Hinvegin haldi eg ikki, at tað er ein almenn uppgáva at koyra farm runt í miðstaðarøkinum fyri heilsølur av ymsum slagi.
? Tað eigur at verða á privatum grundarlagi, heldur hann
? Men tað er júst hetta, sum Farmaleiðir eru endaðar við, hóast upprunaliga endamálið varð at tryggja útjaðaranum og útoyggjunum farmaflutning fyri rímiligan kostnað.
Tíðin komin at endurskoða
Hendrik Old vísir á, at um tvey ár, er koyrandi heilt úr Gásadali og Viðareiðis og tí er tað natúrligt at Farmaleiðirnar verða endurskoðaðar
Og í tí sambandi eiga vit at gera púra greitt, hvat er ein almenn tænasta og hvat er vanligt, vinnuligt virksemi.
? Eg haldi, at tað er semja í samgonguni um, at tænastan til útjaðaran skal ikki versn og at tað framvegis eigur at vera ein almenn tænasta at tryggja útjaðaranum flutning.
? Hinvegin er eisini semja um at tað er rætt at hyggja eftir tí partinum av Farmaleiðum sum má metast at vera vanligt, vinnuligt virksemi.
Men er flutningurin í miðstaðarøkinum ikki við til at tryggja Farmaleiðir fíggjarliga, so at tær eru førar fyri at veita útjaðaranum ta neyðugu tænastuna.
? Tann vandin er stórur og tað hevði verið endamálsleyst. Júst tú er hetta eitt mál, sum sum má lýsast út í æsir, áðrenn nøkur stig verða tikin.
Farmaleiðir hava eisini eitt samanhangandi net av flutningi. Missa tær ein stóran part av flutninginginum í miðstaðarøkinum, fer tað at føra við sær, at lastbilarnir fáa minni og so verður tað dýrari upp á seg. Stúrir tú ikki fyri, at ein partvís einskiljing sostatt fer at máa fíggjarliga støðið undan Farmaleiðum og fer at máa støðið undan tí samanhangandi netinum sum er, og sum ger, at farmur kann flytast samanhangandi úr einum enda í landinum í hin?
? Hetta eru sjálvandi eisini týdningarmiklir partur. Tað verður neyðugt at tryggja eitt samanhangandi net og at goymslurnar verða varðveittar, so at farmur, sum kemur úr øllum krókum í landinum, kann leggjast á eina skipaða móttøku og kann avgreiðast víðari, og hetta má ikki fara í upploysn, sigur Hendrik Old.
Ein spurningur er, um tann parturin av virkseminum, sum gevur vinning, skal einskiljast, so at Strandferðslan bara situr eftir við tí virkseminum, sum gevur hall, sigur Hendrik Old