Møguleiki at lata seg kanna fyri CTD-sjúku

Nú verður møguligt hjá teimum, sum ynskja at lata seg kanna fyri CTD-sjúku, at fáa tikið eina blóðroynd á teimum trimum sjúkrahúsunum, á læknamiðstøðini í Gøtu og á heilsumiðstøðini í Vági, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Kostnaðurin fyri kanningina er 100 kr.

CTD-kanning av vaksnum og børnum

Til ber at lata seg kanna hesar tíðir:

Landssjúkrahúsið

Leygardagar - fyrstu ferð 14. november.

Til ber at taka nummar millum kl. 9-11. Royndir verða tiknar á B1 - til høgru við inngongdina til forhøllina.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Mánadag - fríggjadag millum kl. 8-10 - fyrstu ferð mikudagin 11. november.

- Á læknamiðstøðini í Gøtu

Hósdag millum kl. 08.15 - 09.30 ? fyrstu ferð hósdagin 12. November.

Suðuroyar Sjúkrahús

Mánadag - fríggjadag millum kl. 8-13 - fyrstu ferð mikudagin 11. november.

Á heilsumiðstøðini í Vági

Týsdag og hósdag millum kl. 9-11 - fyrstu ferð hósdagin 12. november.

Praktisk viðurskifti

Tað er ikki neyðugt at fasta, áðrenn blóðroyndin til carnintin-máting verður tikin.

Gjaldast skal kontant 100 kr. ? tikið verður ikki móti gjaldskorti.

Persónar, ið hava ávísing frá kommunulækna kunnu framhaldandi fáa ókeypis kanning. Ávísing verður bert givin, um persónur hevur sjúkueyðkenni ella er í familju við ein, ið hevur fingið staðfest CTD-sjúku (talan skal verða um systkin, børn hjá systkjum, systkinabørn ella trímenningar).

PKU-kort

Sum eitt eyka átak, verður eisini farið undir at kanna carnitin-innihaldið í PKU-kortunum, ið liggja á Statens Serum Institut í Danmark. Talan er um blóðroyndir av nýføðingum, ið eru føddir í Føroyum í tíðarskeiðinum 1986-2002.

Farið verður undir hesar kanningar í seinnu helvt av november 2009, og taka kanningarnar umleið 10 mánaðir. Byrjað verður við teimum yngstu kortunum. Nærri er at frætta um gongdina á www.hmr.fo

Persónar, føddir í Føroyum millum 2003 og februar 2009, eru longu kannaðir fyri CTD, um so er, at foreldrini hava valt eina víðkaða PKU-roynd.

Kanningar av PKU-kortunum hjá nýføðingum er umleið 85% álítandi, tí carnitin-støðið hjá einum nýføðingi kann verða ávirkað av carnitin-innihaldinum hjá mammuni. Les meiri á www.hmr.fo

Svar uppá kanningina

Eins og vanligt er við PKU-kanningum, so fáa bert tey, har okkurt illgrunasamt er, svar. Á www.hmr.fo verður møguligt at fylgja við, nær úrslitini fyriliggja fyri prøvar tiknir ávísar dagar, bæði av nýggjum blóðroyndum av vaksnum og børnum, umframt PKU-kortunum. Hoyrir tú einki, so er orsøkin tann, at eingin illgruni er um sjúku, sigur Heilsumálaráðið.